Mansflogbóltur
Fuglfirðingar bíðaðu í spenningi, nú ÍF eisini kom við í kappingini í meistaradeildini hjá monnum. Fyrsta vikuskiftið hevði liðið annars hugt at frá síðulinjuni, meðan hini fýra liðini opnaðu kappingina, men nú skuldi tað so verða teirra tørn.
Og spenningurin mundi ikki gerast minni av, at tað vóru Mjølnir og SÍ, sum hesaferð komu á vitjan. Hesi bæði liðini teljast saman við júst ÍF og so Fram millum liðini, sum kunnu væntast at gera seg galdandi í ár, og tí kundu dystirnir um vikuskiftið kanska geva eina ábending um, hvussu ymsu liðini eru fyri, nú kappingin av álvara er farin ígongd.
Breiddin avgerandi
Og skal metast eftir teimum báðum fyrstu heimadystunum hjá ÍF, so er einki at ivast í, at teir eiga at vera fremstu gullavorittarnir í ár. Tað er kanska ikki haldbart at tosa um favorittar longu nú, tá bert tvey vikuskifti eru liðin av eini langari kapping, men talan var í báðum førum um sera sannførandi sigrar hjá fuglfirðingunum.
Serstakliga í fyrsta settinum í báðum dystunum var talan mest sum um avgreiðsluspurning, og tó at talan eftir hetta gjørdist um javnari dystir, so prógvaðu fuglfirðingarnir hvørja ferð, at tá tað veruliga stóð á, so megnaði liðið at lyfta seg, soleiðis at seinastu og avgerandi bóltarnir kundu sláast heim.
At peika á nakra einstaka orsøk til tryggu sigrarnar er ikki serliga einfalt, men fremsta orsøkin tykist vera, at fuglfirðingar eiga eina nógv størri breidd í spælinum, enn mótstøðuliðini. Avrikið er ikki á sama hátt tengt at, hvussu ein ella tveir leikarar standa seg, og tá liðið telur fleiri møguligar match-vinnarar er eisini mundandi torførari hjá mótsøðuini at stilla blokkin, so hesin ger størstu nyttuna.
Júst hetta tóktist eisini vera trupulleikin hjá Mjølni og kanska serliga sørvingum. Í ov stóran mun verður spælið lagt eftir einum ella tveimum leikarum, og tó at útlendsku kreftirnar til tíðir eru mest sum ógjørligar at steðga, so er hetta sjáldan nakað, sum røkkur ígjøgnum ein heilan dyst, og enn minni ígjøgnum eitt heilt kappingarár.
Sum sagt, so er dekan ov tíðliga at fara at rópa nakrar favorittar fram longu nú, og kappingin í fjør sýndi eisini, at einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, sum onkur væl kendur politikkari plagar at siga. Men við tveimum sigrum á tveimum av fremstu sambiðlunum til gullmerkini syrgdu fuglfirðingar í øllum førum fyri, at teir hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið.
Meistararnir reistust
Meistaraliðið úr Fram var fyri greiðum tapi, tá teir fyrsta umfarið vitjaðu í Klaksvík, har Mjølnir í ár hevur eitt sera sterkt lið. Hesa ferð skuldi slagið standa í Sørvági, har SÍ afutr í ár tykist ætla sær ein leiklut í oddinum, og nú gekst nakað væl betri hjá Fram.
Talan gjørdist um ein samlaðan 3-0 sigur, men hóast hesin ljóðar tryggur, so var talan yvir høvur um ein sera javnan dyst. Munurin millum liðini bæði var ongan tíð serliga stórur, men tað vóru teir úr Fram, sum áttu munin.
Sum heild, so boða úrslitini higartil í flogbóltinum frá, at vit aftur í ár kunnu rokna við eini sera spennandi kapping. Fleyr tykist vera einasta liðið, sum ikki megnar at spæla við í oddinum, og sum hini liðini eru fyri, so er spurningurin helst, hvørt havnarmenninir yvir høvur fara at vinna sær nakað stig.
Hinvegin er líkt til, at hini fýra øll kunnu taka stig frá hvørjum øðrum. Kanska er ÍF í løtuni besta boðið upp á ein meistara, men hinvegin eru bert tvær vikur síðani, at teir taptu hálvfinaluna í FK-kappingini, so alt í alt kunnu flogbóltshugað kring alt landið gleða seg til enn eitt spennandi kappingarár, har tað væl kann henda seg, at einki er avgjørt fyrr enn seinastu bólturin er sligin í gólvið.