ÍF greiddi so dánt sína skyldu

Fótbóltur: Avgjørda botnliðið FC Suðuroy og serliga John T. Poulsen vildu ikki geva seg so, men forsagnirnar fóru ikki av lagnum og ÍF fekk trý stig umvegis ein tepran 3-2-sigur

ÍF fekk fríggjakvøldið á heimavølli vitjan av FC Suðuroy, sum tykist stríðast í einum óloysiligum dysti um at lívbjarga sær í Effodeildini. Hetta var gyltur møguleiki hjá ÍF at halda fast í oddastríðnum, og hóast ÍF legði væl frá landi og fyri tað mesta hevði gott tak á dystinum, so skuldi tað gerast til eina truplari uppgávu enn flest øll høvdu væntað.

Tað byrjaði soleiðis, sum ein kundi vænta sær. ÍF legði betur frá landi og tað gav úrslit longu í 8. minutti, og var tað eftir eitt gott samstarv ímillum brøðurnir Løkin. Við knøppum flytingum í vinstra borði vendi Bogi seg hegnisliga leysan og fann Karl mitt fyri málið, haðani hann sendi leðurkúluna í netið til 1-0.
Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan í einum fyrra hálvleiki, sum á ongan hátt stóð kurl við ein væl meiri hendingaríkan seinna hálvleik.

Seinni hálvleikur var ikki meiri enn ein minutt gamal, tá ið FC Suðuroy javnaði. Høgni Midjord royndi seg við skoti frá brotsteigarhorninum, og ungi málverjin hjá ÍF, Hallgrím G. Hansen - sum varð valdur í málið ístaðin fyri nýggja málverjan í hópinum, fyrrv. landsliðsmálverjan Tórð Thomsen, megnaði heldur óheppið ikki at halda skotinum. John T. Poulsen fangaði leysa bóltin og javnaði til 1-1.
FC Suðuroy hevur ikki havt nógv at fegnast um í ár, og teir sluppu heldur ikki at fegnast um at vera á jøvnum í longri enn sjey minuttir. Tá fekk ÍF brotsspark. Hesum tók Jan Ó. Ellingsgaard sær av og so var ÍF aftur á odda 2-1.
Síðani gingu bara góðir 10 minuttir, áðrenn ÍF økti um leiðsluna. Eftir eitt langt ÍF-álop var tað Dánjal á Lakjuni, sum fekk bóltin, rak inn í feltið og smekkaði bóltin í mál til 3-1. Ónøgdin sat uttan á vágbingunum og í hesi støðuni vóru Suni úr Hørg og Stanislav Kuzma somikið ósamdir, at tað endaði við, at hesin fyrri nevndi skumpaði hin.
Teir báðir og aðrir vágbingar við fingu tó skjótt aftur eina vón, tí bara tveir minuttir seinni svaraði FC Suðuroy aftur. Leikandi venjarin, Sasa Kolman, fann John T. Poulsen, sum við sínum seinna máli minkaði til 2-3 og aftur fekk spenning í dystin.
ÍF helt tó fast og kundu fuglfirðingar í nógva regninum hetta kvøldið fegnast um ein 3-2-sigur, sum merkir, at teir als ikki geva seg so í oddastríðnum - teir liggja á fjórða plássi væl fyri í mun til evropeiskt pláss og eru trý stig frá bronsuplássinum, sjey stig frá oddaliðnum KÍ.

[email protected]