ÍF hølvaði KÍ av

Niðanfyri fæst eitt yvirlit yvir, hvussu dysturin gekk.

 

ÍF - KÍ 5-0 (3-0):

3. min.: Rógvi Jacobsen hevur fingið gult kort, tí Eiler Rasmussen, dómari, metti, at klaksvíkingurin hjá ÍF royndi at filma seg til eitt brotsspark

12. min.: Atli Danielsen hjá KÍ fær gult kort fyri eina ófantaliga takling, og frísparki aftaná verður sent beint á Jákup Mikkelsen.

13. min.: Fuglfirðingar hava verið nakað grammari enn klaksvíkingar, men bæði heimaliðið og útiliðið hava havt sínar kjansir.

16. min.: KÍ hevur etið seg inn aftur í dystin og eru við at vera heilt vandamiklir. Millum annað hevur Andras Gango havt sera góða bjarging eftir stútari frá Toda Jónsson. Tað var Atli Danielsen, sum legði upp til nasku royndina frá Toda Jónsson.

32. min: 1-0! Rógvi Jacobsen stútar innlegg frá Andy Olsen í netið. Eitt frálíkt innlegg frá Andy Olsen og Rógvi Jacobsen skuldi einans seta pannuna á bóltin.

40. min.: 2-0! Eftir síðuskift fær Alexander Jovevic lagt bóltin inn við fremru stong, har Rógvi Jacobsen fær fótin og skorar til 2-0. Rógvi Jacobsen fer illa við barndómsfelagnum í løtuni.

44. min.: Jan Ellingsgaard hjá ÍF fær gult kort, eftir ófantaligt fríspark móti Sørmund Kalsø.

45. min.: 3-0! Øssur Dalbúð økir fyri ÍF, eftir at Frank Poulsen leggur inn við fremru stong, har Øssur stútar undir Jákup Mikkelsen.

 

Hálvleikur! Fyrstu trý korterini hava fuglfirðingar havt takið á klaksvíkingum, sum á ongan hátt hava megnað at svarað aftur, tá ÍF hevur skorað. Nú verður trupult hjá KÍ.

 

53. min.: Oddmar á Lakjuni verður skiftur inn fyri John Hammer.

55. min.: 4-0! Nenad Saric skorar eftir innkast, sum Rógvi Jacobsen fær beint víðari til kvika vongin hjá ÍF.

62. min.. Eli Simonsen verður tikin út og Rudolf Eliasen kemur í hansara stað hjá KÍ.

69. min. Stóra hetjan hjá fuglfirðingum í dag, Rógvi Jacobsen, hevur tænt fyri seg, og inn fyri hann kemur Balasz Sinko.

70. min.: Útskiftingin av Rógva Jacobsen er eitt greitt tekin um, at einki er eftir at spæla um í Fuglafirði longur, tí heimaliðið hevur sigurin í tryggum hondum.

71. min.: Dánjal á Lakjuni kemur inn fyri ÍF, og Nenad Saric verður skiftur út.

86. min.: Andras Gango bjargar væl, eftir at Todi Jónsson roynir seg við frísparki.

88. min.: Andy Olsen stútar á innaru síðuna á stongina, og klaksvíkingar skulu vera fegnir um, at ikki fleiri mál eru komin í gjøgnum hjá teimum.

90. min.: 5-0! Andy Olsen fluktar eitt vakurt mál í kassan, eftir at Dánjal á Lakjuni legði inn fyri. Harvið staðfestir hann ruddiliga uppiborna sigurin hjá ÍF á KÍ, sum við hesum hevur gjørt sín setning í bestu føroysku fótbóltsdeildini enn truplari.

 

Liðugt! ÍF hevur vunnið heili 5-0 á KÍ! Trý stig koma sera væl við hjá ÍF, sum nú hevur styrkt um støðu sína í botnstríðnum.

 

Leikararnir, ið byrjaðu dystin, eru hesir:

ÍF: Andras Gango ? Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard ? Andy Olsen, Alexander Jovevic, Frank Poulsen, Nenad Saric ? Øssur Dalbúð, Rógvi Jacobsen.

KÍ: Jákup Mikkelsen ? Sørmund Kalsø, Atli Danielsen, Jan Andreasen, Heðin á Lakjuni ? John Hammer, Símin Joensen, Eli Simonsen, Hjalgrím Eltør ? Stefan Kalsø, Todi Jónsson.

Dómari: Eiler Rasmussen.