Fótbóltslagið í Fuglafirði er ógvuliga gott, nú áskoðararnir eru á veg til hús, eftir at teir í góðveðrinum hava verið eygnavitni til uppgerðina ímillum ÍF og Skála.
ÍF vann 1-0, og tað var Balazs Sinko, sum skoraði sigursmálið í 2. hálvleiki, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Síðstu løtuna royndi Skála at trýsta, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, og harvið vunnu fuglfirðingar fulla úrtøku fyri aðru ferð á rað.