ÍF hevur vunnið gull

1. DEILD: Sigursmálið í Runavík var skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat

Tað eru fleiri vikur síðani, at ÍF tryggjaði sær uppflyting úr næstbestu deildini. Seinnapartin hava fuglfirðingar tryggjað sær gullkrónurnar. Tað gjørdu teir við 2-1 sigri við Løkin í Runavík ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

Sigursmálið varð skorað tveir minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin. Sigursmálið skoraði innskifti Dánjal á Lakjuni, sum við høvdinum setti bóltin framvið Eli Joensen í NSÍ málinum.

ÍF legði seg framum 1-0 longu í fyrsta minutti. Málskjútti var toppskjúttin í 1. deild Jan Ó. Ellingsgaard.

Tá ið ein hálvur tími var farin, javnaði Steffan Løkin til 1-1. NSÍ hevði góðar møguleikar at leggja seg framum, tá ið ein tími var farin.

57 minuttir vóru farnir, tá ið Steffan Løkin royndi seg við brotssparki, men Tóri Traðará bjargaði.

62 minuttir vóru farnir, tá ið Jann Benjaminsen royndi seg við brotssparki, men bólturin brast í stólpan.

Og so var tað í yvirtíðini, at Dánjal á Lakjuni skoraði sigursmálið.