TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Símun Eliasen aftaná 3-2 sigurin hjá ÍF á AB úti á Argjum, har ÍF var aftanfyri bæði 1-0 og 2-1, men megnaði í báðum førum stundisliga at javna.
Símun Eliasen fegnast eisini um, at hansara menn vístu góðan moral, og komu sterkt aftur báðu ferðirnar AB legði seg á odda. Símun Eliasen er ikki í iva um, at ÍF átti brotsspark, tá Rói Danielsen feldi Karl Løkin, og Bogi Reinert Petersen eftirfylgjandi skoraði sigursmálið uppá brotsspark.
Símun Eliasen heldur, at ÍF-liðið hevur somikið av dygdum, at liðið hoyrir heima í Topp-6 í effodeildini. ÍF-venjarin staðfestir, at nú kemur ein landsliðssteðgur væl við, har høvið býðst at fáa nakrar spælarar klárar aftur til kappingin verður tikin uppaftur 12. juni.