Fáið gongd á Prixið aftur

Friðálvur Jensen
-------

- eg havi fyrr sagt, at vit eiga at fáa sett gongd á Prix Føroyar aftur, ið var eitt einastandandi og gevandi íkast

Nú X Factor er av á hesum sinni, eru vit líkasum í eini “og hvat so” støðu, sum eg meini er sunt og gott, tí eitthvørt stig á tónleika- og mentanarligu leiðini er at finna fram til enn fleiri møguleikar fyri okkara skapandi fólki, so hesi kunnu vísa á síni avrik – tað er jú tað, sum gevur framburð og møguleikar.

Fleiri ferðir, nú Annu og hennara avrik vóru uppi í kjakinum, fekk eg hesa kensluna, at vit her í Føroyum eiga at taka alt hetta til okkara og gera hetta til ein møguleika fyri menning.

Tí skal mín áheitan vera, at tað verður sett gongd á eitt mennandi og gevandi kjak, so vit kunnu bjóða okkara tónleikarum eitt framskygt mál, sum ein av tónleikarunum nevndi í eini sending í Kringvarpinum – hann saknaði at hava eitt ávíst stevnumið við sínum tónleiki – hann nevndi Prixið.

Eg skal sannilig ikki “klikkja” niður á tað, sum verður gjørt innan: Singer and Songwriter, Ársins Songrødd og annað, men tað er líkasum eitt tómrúm, eftir at Prixið var tikið av skránni, sum eg ikki ivist í, at mong kunnu taka undir við.

Alt hetta snýr seg jú um, at tað verða skaptir karmar fyri teirri menning, sum vit eru vitni til, og sum eg onga løtu ivist í, fer at geva okkum øllum eina góða kenslu – ikki minst teimum sum hava evnini og vilja fáa tey fram.

Eg minnist, tá eg hevði eitt prát við Mariu Guttesen í Keypmannahavn og skrivaði eina grein út frá hesum, at eg fekk eina kenslu – hetta, at fólk fara í ávísa “útlegd” – kanska tí at avbjóðingin ikki er nóg gevandi her á klettunum.

Ikki minst, tá eg skrivaði um seinastu útgávuna hjá I Am, har fantastiski produsarin Hans Poulsen gjørdi eitt framúr handverk.

Var og vitjaði og hevði eitt prát við hann, sum eg eisini skrivaði eina grein út frá.

Hann er beiggi Óla Poulsen, og búgva báðir í Keypmannahavn, har tað ivaleyst eru fleiri avbjóðingar og møguleikar, sum ikki eru at finna her á oyggjunum.

Tað eg royni at fáa fram er, at tað eigur at latast upp fyri stórum og gevandi møguleikum fyri okkara skapandi fólk, sum ikki koma fram, um vit ikki gera ALT fyri at hesi hava ein pall og eitt støði, sum kann fáa tey longur á leiðini.

Hetta er og verður okkara skylda!