Fái skil á gjaldsskipanina

   

Magna Thomassen
????????????????


Tey seinastu 25 áriani hava vit verið fleiri túrar við bili og koyrt ymsastaðni í Evropa.
Av og á rennur tú teg í onkra gjaldsskipan fyri at sleppa longur fram á leiðini.
Í fleiri førum kanst tú tó velja at koyra ein umveg sum t.d. fram við einum longum firði ella gjalda og koyra um brúnna fyri at stytta um.
Í miðevropa er heilt vanligt at gjalda fyri at koyra eftir nýggjum strekkjum á autobanum. Ynskir tú ikki tað, er møguleiki at fara eftir teimum gomlu motorvegunum uttan gjald.
Eisini á privatum vegum er gjald lagt á, har tú kanska skalt inn á eina skrivstovu at gjalda fyri at fáa fólk út at loysa bummin.
Við landamørk eru sera ymiskar skipanir. Onkrastaðni verður vegagjaldið kravt beinanvegin, aðrastaðni ræður um at vita, hvørjum bana tú sum føroyingur eigur at halda teg á, meðan onnur landamørk næstan ikki eru til á vegun-um, so tú varnast onki, fyrr enn tú sært, at skeltini hava annan fremmandan tekst.
Har sum tilskilaðar ávísingar eru til bilføraran við landamørk og gjaldskipanir og hann ikki fylgir teimum, er eingin bøn. Løgreglan stendur og tekur ímóti tær einar 50 metrar longur frammi.
Nú hava vit eisini fingið vegagjald í Føroyum, við eini gjaldskipan, sum ikki megnar at fáa gjaldið í kassan, men heldur bjóðar til svik og vandakoyring uttan eftirlit, ið nyttar nakað.
Eg yvist stórliga í, at nakar annar hevði havt eina slíka skipan koyrandi í 2 ár.
Men nevndin ella stýrið tosar uppísaman og gera onki við nakað.
Hvør velur tílíkar menn í nevndir?
Høvdir á vegum, rundkoyringar o.a. skulu tálma vandan í ferðsluni kring landið, meðan bilførarar um somu tíð seta lívið hjá sær og øðrum í vága fyri ikki at gjalda bummpengar við tunnilin undir Vestmannasund.
Av hesum ávum helt eg, at mín síðsti tími var komin nú ein dagin á veg vestur ígjøgnum tunnilin.
Tá eg var komin nakað um munnan á Vágalandinum, kom ein bilur við fullari ferð ímóti mær á mínari síðu. Ein høgur betonkantur er mitt eftir vegnum, so hann slapp ikki yvir á sína høgru síðu.
Ikki sá hann út til at vilja slaka, so eg endaði heilt úti í verjugarðinum við vón um, at hann slapp ímillum, so ongin vanlukka hendi. Tankarnir koma skjótt í slíkum umstøðum. Kanska var bíðirøðin við gjaldstøðina so long, at ikki var koyrandi hjá bilum við kubba, og tí hevði hesin tikið kjansin á vinstru síðu við speedaranum í botni fyri at klára tað, áðrenn nakar kom ímóti? ? Men nei, tá eg kom longur niðan, var ongin bíðirøð. Hvat fær so ein mann, sum sá út til bæði at kunna gajlda bummpengar og MVG til at gera slíkt óðamannaverk? Hvussu hevði verið um ein lastbilur ella bussur kom ímóti honum?
Hasin er bara ein av fleiri, sum onkisvegna royna at sleppa undan at gjalda. Tað gongur fínt. Ongin steðgar teimum, hvørki so ella so. Tað er bara at halda áfram við ørskapinum.
Hvar er nevndin ella stýrið, hvat gera teir? Sita helst við búgvið borð á tunnilsfundi við fullari løn og dupultum fundarpengum fyri tveir tunlar.
Míni ráð til tykkara ella rættari til eitt nývalt stýri eru at fáa eina gjaldskipan, har øll akfør mugu steðga fyri at gjalda undir eftirliti av vaktarfólki.
Við tí skipan gjalda vit øll, vit vera spard fyri sviki og vard fyri hættisligari koyring.
Onkur fer helst at knarra um bíðitíð. Men tað hoyrir næstan til á slíkum støðum, um vit hugsa um, hvussu tað er aðrastaðni. At bíða er ein partur av tí at fara við bili.
Góðu norðoyingar, royni og fái tykkum eina trygga gjaldsskipan í góðari tíð og latið tykkum ikki stýra av skilaloysi. ? Okkara skipan man vera komin við vestfallinum. Best hevði verið, um hon fór aftur sama veg.