Føðideildin fer í sor

Verða ætlaðu umleggingarnar á føðideildini settar í verk, fer føðideildin í sor, tí væntast kann at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fara at rýma enn teir, sum verða sagdir úr starvi

Umleggingar á føðideildini

? Verða ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum settar í verk, fer føðideildin í sor.
So bersøgd er forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Í blaðnum í gjár vísti álitisumboðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á føðideildini á, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar eru longu rýmdir av føðideildini og hon útihýsir ikki, at enn fleiri fara sama veg.
Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er enn greiðari í sínum spádómi.
? Føðideildin er longu við at syndrast. Tríggir sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir. Ætlanin er, at átta sjúkrarøktarfrøðingar skulu sigast úr starvi. Men tað er væntandi at enn fleiri fara.
? Í øllum førum geva sjúkrarøktarfrøðingarnir á føðideildini til kennar, at tær orka ikki at vera har longur og sostatt er tað greitt, at føðideildin er við at verða drenað fyri servitanina um sjýkrarøkt og tað er eitt rættiligt álvarsmál.
? Við tað at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar longu eru farnir, kann longu nú staðfestast, at onki er vunnið við ætlaðu umleggingini.
Hon ávarar tí enn einaferð ímóti at seta ætlaðu umleggingarnar í verk.
? Tað tykist ikki sum um at tað rínur á, at sjúkrarøkt er eitt økið, sum altíð hevur ligið undir sjúkrarøktarfrøðingunum.
? Tað hevði verið óhugsandi, at aðrir fakbólkar enn lærarar, sluppu at undirvísa í skúlanum. Løgtingsins Umboðsmaður hevur eisini staðfest við sjeytummaseymi, at leiðslan á frítíðarskúlum er eitt øki, sum hoyrir pedagogunum til. Men kortini himprast leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki við at leggja sjúkrarøkt undir ein annan fakbólk enn tann, sum er serútbúgvin til tað.

24% vóru sjúk
Jana H. Dalsgaard vísir á, at í fjør vóru 612 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. Av teimum vóru 147 børn sjúk eftir teimum leiðreglum, sum barnalæknin hevur sett upp. Tað svarar til 24%.
? Tilsamans vórðu tey skrásett sum sjúklingar í 1071 samdøgur. Tað er 7,3 samdøgur í part. Tað merkir, at tað er rættiliga ofta, at fleiri børn liggja ísenn.
Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at øll hesi børnini hava higartil verið eygleidd av sjúkrarøktarfrøðingum.
? Hetta eru øll børn, sum krevja røktarfakligan serkunnleika.
? Tað merkir ikki, at vit ikki skulu samstarva við aðrar fakbólkar. Sjálvandi skulu vit tað. Men fyri tað er tað kunnu vit ikki útluta sjúkrarøktina til aðrar fakbólkar enn teir, sum eru serútbúnir til tað.

Ongin menning og ongin sparing
Hon sigur, at tað er ein stórur spurningur um umleggingarnar á føðideildini eru gjørdar við menning fyri eyga ella við sparing fyri eyga.
Sjálv er hon sannførd um, at tað er hvørki sparing ella menning í tí.
? Tað er ikki menning at koyra fakbólkin, sum hevur servitanina á dyr og fáa annan inn ístaðin. Sparing er tað heldur ikki, tí ljósmøðurnar fáa hægri løn enn sjúkrarøktarfrøðingar.
Jana H. Dalsgarð sigur, at tað ljóðar gott at Landsjúkrahúsið vil hava størri nyttu burturúr ljósmøðrunum, tí sum er sita tær á vakt kortini og bara bíða eftir at verða tilkallaðar. ? Men veruleikin er, at ímeðan tær sita á vakt, fáa tær bara 1/3 av lønini, men tá ið tær eru til arbeiðis, fáa tær hægri løn enn sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Hon heldur, at tað kann eisini fáa avleiðingar at taka vaktina av ljósmøðrum inn á føðideildina at arbeiða.
? Tað hendir ikki so heilt sjáldan, at tvær kvinnur eiga ísenn. Tá verða ljósmøðurnar bundnar á føðideildini, samstundis sum tær skulu hava fólk at hjálpa sær. Spurningurin er so, hvussu manningin verður eftir at taka sær av røktini.
Hon sigur, at í slíkum førum er ætlanin at tilkalla eykafólk. Men tað kann verða rættiliga ofta, at tað verður neyðugt - og hesi fólkini skulu eisini hava løn.
? Og vit kunnu ikki rokna við, at tað verða teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum verða sagdir úr starvi, sum koma at vera til reiðar at traðka til, hvørja ferð at tað verður neyðugt, leggur hon afturat.
Hon heldur eisini, at tað er rættiliga ósmæðið, at vænta, at sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu átaka sær leiklutin at vegleiða ljósmøðrunum í sjúkrarøkt.

Hildin uttanfyri
Forkvinnan vísur eisini á, at tað verður eisini víst á, at umleggingarnar á føðideildini hava verið væl gjøgnumhugsaðar í fleiri ár og at tær eru settar í verk eftir drúgva viðgerð.
? Sum forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, haldi eg , at eg í ein ávísan mun varði av sjúkrarøktini. Men eg havi ikki verið á einum tí einasta fundi um sjúkrarøktina, so eg veit ikki, hvør hevur viðgjørt málið, men sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum verða harðast raktir av umleggingunum, hava so ikki verið við.