95 ára føðingardagur
Hósdagin 5. oktober verður Andreas Hammer, bátasmiður, Runavík, 95 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sjócafeini leygardagin 7. oktober. Vælkomst verður frá kl. 19.00.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 29. september fyllir Magdalena Olsen á Válinum 90 ár. Dagurin verður hildin hjá Dinnu og Jóhan í Kvívík.
Hósdagin 5. oktober verður Annefía Hansen, Saksun, nú búsitandi á Ellisheiminum í Tórshavn, 90 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á Annufíu, eru vælkomin á Ellisheimið millum
kl. 16.0019.00.
75 ára føðingardagur
Tann 6. oktober verður Steingrím Samuelsen, Sevmýri, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 7. oktober á Gistingarhúsinum í Øravík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða Steingrím við at koma, verða biðin at siga frá áðrenn 1. oktober á tlf. 371166.
60 ára føðingardagur
Fríggjadagin 20. okt. verður Torgerð Suðuroy 60 ár. Dagurin verður hildin í VB-húsinum, 20/10 kl. 19.00. Tey ið vilja gleða hana við at koma, verða biðin um, at siga frá áðrenn 12. okt. á tlf. 373169, 253177 ella 262633
50 ára føðingardagur
Mikkjalsmessudag 29. september verður Heri Jógvan Joensen prestur 50 ár. Opið hús verður heima á Heygsvegi 2 frá klokkan 16 sama dag.
Sunnudagin tann 30. juli høvdu Kristin og Poul Juul Michelsen, Froðba 50 ára føðingardag. Føðingardagurin verður hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 14. oktobur 2006 kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 371254 ella 372351 áðrenn 9. oktobur 2006.
Krúndiamantbrúdleyp
Mikudagin 4. oktober, kunnu hjúnini Astrid og Jógvan Gerðalíð halda teirra krúndiamantbrúdleyp. Vælkomin í Betesda kl. 18.00.
Brúdleyp
Hósdagin 28. september giftust Katrin Poulsen og Jón Helmsdal Jacobsen bæði úr Klaksvík. Tey hava tikið eftirnavnið Helmsdal.
Leygardagin 30. september giftast Guðrið í Stórustovu, Tórshavn, og Jóan Jakku Joensen, Kollafirði. Vígslan verður kl. 17.00 í Dómkirkjuni og veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum.
Leygardagin 7. oktober kl 14.00 giftast í Elim í Søldarfirði
Helga Isaksen, Søldarfjørður og Aksel Mikkelsen, Syðrugøta. Opið hús verður hjá Ragnu Mikkelsen, í Tungu 16, í Syðrugøtu frá kl 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Leygardagin 14. oktober kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Hjørdis Sivertsen, Norðdepli og Brian Hansen, Kalundborg. Vælkomst verður kl. 21.00 á Hotel Norð. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 452129 ella 211029 seinast 1. oktober.
Leygardagin 14. oktober kl.16 giftast í Sands kirkju Beinta Fríðbjørg Simonsen og Erling Guðlaugur Arnarson ættaður av Akranesi. Veitslan verður í Virkinum kl. 19 fyri innbodnum.
Leygardagin 14. oktobur 2006 kl. 14.00 giftast í Betesda, Karin Maria Purkhús og Sjúrður Reginson Kunoy. Eftir vígsluna verður reseptión í kjallaranum í Betesda til kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurðin verður fyri innbodnum kl. 19.00 á Klaksvíkar Sjómansheimi.
Leygardagin 21. oktober kl. 16.00 giftast Malan Horn og Mads Kristoffur Hentze í Vesturkirkjuni.Veitslan verdur fyri innbodnum kl. 19.00 á Hotel Føroyum.
Leygardagin 11. november 2006, kl 16:00 giftast í Sands kirkju Yvonna Drangberg úr Skopun og Jógvan William Petersen av Sandi. Veitslan verður hildin í ungmannafelagshúsinum Samljóð í Skopun kl. 19:00.
Tey ið vilja gleða brúðarparið við, at koma í brúdleypið, verða biðin um, at siga frá áðrenn 15 oktober á tlf 361145, 317326/264030, ella 221555.