Góði Gakki, hjartaliga tillukku við degnum. Tá eg hugsi um teg, eri tað nógv góð minnir, ið renna fram fyri meg. Nógvar hugnaligar, stuttligar og álvarsamar løtur hava vit havt saman. Hetta vil eg nýta høvið, at takkað tær so inniliga fyri.
Tú vaks upp hjá ommuni og abbanum, har eg eisini búði, so vit bæði hava verið sum systkin. Ikki hevði tú ta stóru skúlagongd, men tú fór til Havnar og fekk bæði stýrimans- og skipsføraraprógv. Fór síðani út at sigla, eg minnist hvussu eg gleddi meg hvørja ferð tú kom heim aftur, tí tú hevði altíð gávur við til mín.
Tú giftist við Maluni, og settu tit búgv í Klaksvík. Tit eiga tvær synir, og nú eigur tú trý abbabørn, sum tú gongur sera høgt uppí.
Hesi síðstu árini hevur tú ikki siglt so nógv, men arbeitt á landi.
Góði Gakki, mamma og eg hava nógv at takka tær fyri, alt ið tú hevur verið fyri okkum báðar. Takk fyri gestablídni tá vit eri har norðuri, og tá tit vóru niðri. Tað verður saknur í tykkum nú tit fara til Grønlands, má Harrin styrkja tykkum í arbeiðinum.
Alt tað besta ynski eg tær.
Systkinabarnið.