Føðingardagsheilsan til Ernu Háberg

21. apríl verður Erna Háberg í Havn sekstifimm.

Erna er dóttir Hjørdis og Petur W. Háberg og er næstelst av 6 systkjum.

Bæði foreldur hennara hava greitt úr hondum siðsøguligt bókaarbeiði um Havnina og sigast kann eisini av sonnum um Ernu, at hon er havnafólk.


Erna hevur lagt part av sínum lívsverki innan heilsu- og almannøkið og tað verður drúgført at fara í æsir við hennara fjølbroytta CV. Men í stuttum kann hetta lýsast soleiðis:

1963-66: Statsautoriserað sjúkrasystir við útbúgving frá Landssjúkrahúsinum. Hon starvaðist sum avloysari á med. og psyk. deildum á Landssjúkrahúsinum.

1969-70: Á med. deild á Sentralsykehuset í Trondheim í eitt ár.

1970-73: Útbúgvin anæshesisjúkrasystir á ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

1973-74: Útbúgving innan fyrisiting og pædagogik frá Danmarks Sygeplejerskehøjskole á Århus Universitet.

1976-78: Fakfelagsformaður í DSR Føroya Deild. Erna var fyrsti fulltíðarsetti formaður felagsins.

1977: Útbúgving innan fyrisiting, samfelag og fíggjarviðurskifti, fyriskipað av Dansk Sygeplejeråd.

1986-87: Ársskeið í filosofi og etikk frá Gudfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya.

1983-86: Heimasjúkrasystir í Suðurstreym.

1987-90: Deildarleiðari á Lágargarði.

1990-95: Leiðari av Heimahjálparskipanini í Føroyum.

1995-99: Leiðari av samlaðu Heimarøktini í Føroyum.

2004-07: Projektleiðari av verkætlanini “Dalalon”, sum er dagtilhald fyri minnisveik. Alzheimerfelagið tók stig til hetta projekt og Erna hevur verið nevndarlimur í Alzheimerfelagnum, síðani tað varð stovnað.


Í 80unum var stórur tørvur á umlætting fyri heimabúgvandi, men slík umlætting var ikki serliga kend á okkara leiðum. Katrin Dahl og Erna vendu sær til táverandi borgarstjóra Poul Michelsen og mæltu til at lata eitt umlættingarheim upp. Stutt eftir fingu vit heimið hjá “Chr. Holm.”.


Erna var eisini projektleiðari av verkætlanini “Eldrasambýlið í Húsavík”. Hetta var fyrsta eldrasambýlið í Føroyum. Seinni var hon eisini við til stovnsetan av eldrasambýli í Kollafirði og Vestmanna.


Eisini var Erna limur í Eldraráðnum og formaður í fyrireikingarnevndini av fyrstu føroysku eldradøgunum í 1993. Hon fekk hugskotið at skipað fyri hesum eldradøgum og tá henda ætlan varð lutað við Jóannes Ejdesgaard, táverandi landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, tók landsstýrið væl undir við hesum.


Erna var eitt ár skrivari hjá Jóan Paula Joensen á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur sitið á tingi sum varaumboð fyri Fólkaflokkin Hon var í mong ár skrivari hjá barnaverndini á Argjum, sat í Vísunda- og siðsemisnevndini í 2 ár, osfr.


Kristna uppalingin ið Erna fekk hevur sæst eisini aftur á hennara lívsleið. Hon var í 10 ár nevndarlimur og skrivari fyri Women´s Aglow fyri Føroyar. Í hesum tíðarskeiði varð skipað fyri 4 stórum stevnum. Í 2000-01 var hon á sonevndum “cross-road” skeiði hjá trúboðanarfelagsskapinum YWAM í Onglandi. Í hesum sambandi var hon 2 mánaðar á sjálvbodnum hjálpararbeiði á Móðir Theresa barnaheimi fyri handicappaði børn í Amman í Jordan. Í Føroyum hevur hon saman við manninum Preben skipað fyri fleiri Alfa skeiðum. Stundum er Erna at hoyra í Lindini.


Erna giftist í 1974 við Preben Hansen ið er dani. Tey fluttu stutt eftir til Føroya og hava búð her síðani. Tey eiga børnini Høgna og Maiken. Rúna er einasta barnabarnið.


Føðingardagurin hjá Ernu varð hildin í losjuni seinasta leygarkvøld.

Ernu verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum.


a