Ja, góði Olaf abbun, nú ert tú blivin 90 ár. Tað er ein høgur aldur, men enn roynur tú at vera frammi hvønn dag, sjálvt um beinini eru blivin nakað veik og eyguni eru farin at bila.
Á tíni lívsleið hevur tú verið víða um, og ei man tað verða nakað meiri spennandi, enn tá ið tú fortelur søgur fyri okkum. Hetta er nakað, sum tú dugur fram um alt.
Sum ungur fór tú, sum so mangur annar tá ið í tíðini, við slupp. Hetta hevur ikki verið nakar gamansleikur. Tá hava tey føroysku undirklæðini verið kærkomin.
Nógv ár búleikaðist tú í Grønlandi. Fyrst í Godthåb, her tú fekst heiðurstekin fyri gott avrik, og seinni eisini í Føroyingahavnini.
Í Akrabyrgi satst tú í fleiri ár sum fýrpassari og ansaði teimum mongu skipinum, sum stevndu fram við. Mangur ein skipari hevur óivað kent seg tryggan og vælafturkomnan til klettarnar, tá tú hevur latið vitaglæmuna komið honum fyri eyga.
Ja góði abbun, nógv kundi verið at drigið saman um.
Ei heldur skert burtur, at skald ert tú av sonnum. Pennurin hevur stútt fest tínir vøkru yrkingar niður á pappír, og ein av hesum vøkru tekstum bleiv eisini sungin tá abbasonur tín, Olaf, bleiv giftur.
Tað er gott at søgurnar hjá tær eru so fjølbroyttar og mangar í talið, tí eftirkomararnir hjá tær og Astrid ommuni eru eisini mong, ja ikki minni enn 80 í talið. 7 børn, 27 abbabørn og 46 langabbabørn. So hvørja ferð ein av hesum trínur inn um tína gátt, er tað stuttligt, at tú so skjótt hálar enn eina stuttliga søgu fram, so vit gapandi og við stórum eygum kunnu lýða á.
Góði abbun, vit vilja takka tær fyri alt tað, ið tú hevur verið fyri okkum, og ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, og hopa tú fært ein góðan dag saman við tínum kæru.
Ynskja
Rebekka, Jóhannes, Erla, Bjarta, Sólbjørg og Petur