Føðingardagurin hjá Bassa Í Havn útsettur eina viku

Øll børnini, sum høvdu glett seg til at sleppa í føðingardag hjá Bassa á Vaglinum klokkan seinnapartin í dag, mugu brynja seg við toli. Veðrið er onki serligt í dag, so Bassi troystar sær ikki út og tískil er føðingardagurin útsettur eina viku.

So ístaðin fyri at halda føðingardagin klokkan 17 í dag, heldur Bassi Í Havn føðingardagin næsta týsdag, tann 31. mai, klokkan 17 á parkeringsplássinum á Vaglinum.

Hinar dagarnar heldur hann annars føðingardag kring landið sum ætlað hesar næstu dagarnar. Á Tvøroyri verður tað klokkan 16 í morgin uttanfyri Eik, hósdagin klokkan 16 verður føðingardagur við Eik í Kollafirði og klokkan 18 við skúlan í Miðvági. Fríggjadagin klokkan 16 verður føðingardagur við Eik á Sandi og mánadagin klokkan 16 verður føðingardagur við mentanarhúsið í Fuglafirði og klokkan 18 við Eik í Klaksvík.