Fáir limir eru arbeiðsleysir

Hóast lítið fiskaarbeiði hevur verið á fiskavirkinum Norðís á Eiði í ár, sigur Grímur Hammer, formaður í Eiðis Arbeiðsmannafelag, at bert fáir av limum felagsins eru arbeiðsleysir.

- Vit kundu hugsað okkum, at virksemið á virkinum var meiri støðugt, soleiðis tey, sum starvast á Norðís, fingu fleiri arbeiðstímar. Men, virkið eigur eingi skip, og upsaveiðan hjá partrolarunum hevur ikki verið nakað serlig. Tí hevur ivaleyst eisini verið hørð kapping um fiskin.

Grímur Hammer sigur, at tað kemur mest sum ikki fyri, at limir venda sær til felagið fyri at kæra sína neyð, tí tey ganga arbeiðsleys.

- Eg haldi, at limirnir í okkara felag eru rættiliga fleksiblir. Hevur minni verið at gera á Eiði okkurt skifti, hava limirnir hjá okkum leitað aðrastaðni at arbeiða. Ikki tí; tað eru eisini fólk úr øðrum bygdum og økjum, sum leita norður til okkara at arbeiða, sigur hann.

Formaðurin í Eiðis Arbeiðsmannafelag sigur, at hann vega felagið og limir felagsins vónar, at várið fer at roynast betri á Norðís, soleiðis at arbeiðstímarnir á virkinum eisini fara at gerast fleiri enn í dag.

Myndin er tikin ein góðveðursdag á Eiði.