Fáir sjómansskúlanæmingar

Fáir næmingar hava boðað frá, at teir ætla sær á Føroya Sjómansskúla næsta ár. Tað er ikki óvanligt, at fráboðanir koma seint, sigur stjórin

Tað eru fáir næmingar tilmeldaðir Føroya Sjómansskúla komandi skeið. Í onkrum flokki eru bara einir tveir innskrivaðir enn.
Men tað er einki óvanligt, at fráboðanir koma seint til skúlan, sigur stjórin á Føroya Sjómansskúla, Dánjal Johan Poulsen. Tað er føroyinginum so líkt at koma í seinna enda, heldur hann, so hann væntar ikki, at skúlin fer at standa tómur, tá skúlaárið byrjar.
Tað er eingin vanlukka í tí, at næmingarnir eru nakað seinir at melda til, hóast tað í ár tykist vera heldur slakari, en undanfarin ár hava verið. ?Hóast teir mangan eru seinir, tykist tað í ár at vera heldur slakari enn vanligt kortini, sigur Dánjal Johan Poulsen.
Tað er eingin tilmeldingarfreist á Føroya Sjómansskúla, so næmingar, sum hava meldað til, áðrenn byrjað verður, sleppa við til undirvísingina, sigur stjórin.
?Tað er einki farið av tíð, so hatta er heldur einki at vera bangin fyri. Og tað skal vera undalrigt, um ikki onkur kemur afturat, sigur hann.