Tað eru alsamt fleiri og fleiri útlendsk børn í føroyskum vøggustovum og barnagørðum.
Men pedagogarnir halda ikki, at tað er nakað stórvegis trupulleiki.
Skúlablaðið skrivar, at hetta er úrslitið av eini kanning, tær tríggjar, Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, sum allar lesa til pedagog, hava gjørt.
Tey vísa á, at tað eru nógvar ymsar avbjóðingar á einum dagstovni, og útlendsk børn eru bara ein av teimum.
– Hendan útsøgnin bendir á, at námsfrøðingar síggja tví- og fleirmæli sum tilfeingi heldur enn forðing, skrivar Skúlablaðið.
Eisini siga námsfrøðingar frá, at tví- og fleirmæltu børnini seta sín dám á stovnin á tann hátt, at stovnurin verdur noyddur at hugsa nýggjar leiðir.
Hinvegin halda pedagogarnir, at vit áttu at havt eina integratiónsætlan fyri tví- og fleirmælt børn á dagstovnaøkinum, tí sum støðan er nú, stendur tað til hvønn einstakan dagstovn at taka støðu til, hvussu tey fara fram. Tí er tað stórur tørvur á eini integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið.
Annars vísir úrslitið av kanningini, at tveir triðingar námsfrøðingunum siga, at útlendsku børnini ongar trupulleikar hava at vera við í felagsskapinum, og ein triðingur heldur, at tey hava trupulleikar.
Og tey halda, at útlendsk børn, siga, sum sleppa upp í part í spælinum, eru ótrygg og duga ikki at orða seg, ella skilja ikki, hvat hini børnini siga, vilja ella meina.
Tí er teirra niðurstøða, at samskiftisførleikarnir hjá teimum tví- og fleirmæltu børnunum eru ikki nøktandi og tað kann fáa avleiðingar, tí málið er ein so grundleggjandi partur av samskiftinum.
Somuleiðis er tað ein góður triðingur av pedagogunum sum siga, at samstarvið við foreldrini er gott, og ein fjórðingur sigur, at tað er hampiligt.
- Samskiftið er fyrst og fremst er á enskum og fingramáli. Men tað kann vera trupult at tosa enskt tí øll eru ikki líka stinn í enskum.
Ein námsfrøðingur sigur at tey hava ikki truplar samrøður, at kunnu hava tungar, drúgvar og krevjandi samrøður, skrivar Skúlablaðið.