Talið á føðingum í Føroyum sær út til at vera rættiliga støðugt.
Í 2011 blivu 550 fødd á Landssjúkrahúsinum. Í 2012 øktist talið til 596 føðingar.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsið blvu í 2011 33 børn borin í heim, og í 2012 var talið 25 børn. Harafturat var 1 barn føtt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Samlaða føðitalið fyri landið í 2012 gjørdist tí 622.
Fyrra hálvár í ár blivu fødd 288 børn á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru 3 børn fleiri samanborið við sama tíðarskeið í fjør, tá 285 børn vóru fødd fyrstu 6 mánaðirnar í árinum.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsið vóru 17 børn fødd fyrra hálvár í ár, og er hetta 2 børn fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Samlaða burðartalið fyri landið fyrra hálvár í ár gjørdist sostatt 305.
Árini frammanundan eru fleiri børn fødd seinna hálvár enn fyrra, og ger hetta seg galdandi eisini í ár, kemur samlaða føðitalið í 2013 at liggja á umleið sama støði sum í 2012.
Smærri frávik kunnu verða millum hesi tølini og tølini hjá Hagstovu Føroya.