ÍF kløkkaði klaksvíkingar

Eftir stóru manningarligu útskiftingina vístu páskaumførini, at KÍ ikki er illa statt við fólki

 

Løgmanssteyp


Klaksvíkingar hava vunnið sær sess í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tað eru teir sjálvsagt fegnir um. At teir eiga heimavøll komandi sunnudag eigur at hava við sær, at tað eru eins góðir møguleikar at vinna seg í hálvfinaluna, sum tað eru ikki at gera tað.

Í Klaksvík hava tey verið ivasom um, hvussu tað í ár fór at skerast hjá Sivic og hansara monnum, eftir at einir átta ella níggju spælarar frá liðnum í fjør eru burtur.

Hóast KÍ er komið í fjórðingsfinaluna, so tykist hesin spurningurin ikki rættuliga at vera svaraður enn.

Eitt er, at KÍ hevur spælt tveir tættar dystir ímóti B68, og at teir hava vunnið tvær ferðir ímóti B71.

Ivamálið hvat KÍ stendur fyri, tá nógv leikar á, var sjónskt leygardagin, tá ÍF var í Klaksvík. Fuglfirðingar spæla í 2. deild, og tað gekk, sum tað skuldi, tá KÍ í 1. hálvleiki kom framum 2?0. Fríðin Ziskason, sum í páskadystunum hevur spælt seg nærri plássi í útgangsstøðuni, stútaði tað fyrra eftir horna, og Hjalgrím Elttør skoraði hitt seinna eftir innlegg úr høgru.

Men so var tað, at tríggir klaksvíkingar klossaðu í einki vandaleysari støðu. Heini Heinason kom ímillum, prikaði bóltin til Høgna á Lakjuni, sum var púra leysur. Hann skoraði, og dystargongdin var í langa løtu ikki serliga sannførandi hjá KÍ. Tá var tað, at fótbóiltsglaðu norðoyingarnir stóðu ivandi og sóu sítt lið. Í ein lítlan hálvan tíma var tað ÍF, sum so at siga setti dagsskránna, og útjavnandi málið hekk í luftini.

Eftir upplegg frá Fríðini Ziskason økti Hjalgrími Elttør til 3?1, og ein annar av ungu klaksvíkingunum, miðvallarin Símun Joensen, staðfesti til 4?1, tá hann við fínum dúkkandi skoti sendi omanfyri Ken Bærentsen í ÍF málinum.


Breitt grundarlag

Merkisvert hevur tað í páskadystunum verið, at fleiri av teimum, sum hava verið roknaðir sum stuðulsspælarar hjá KÍ, hava verið burturfrá, og at tað kortini hevur gingið hampuliga væl.

Jan Andreasen, sum er verjuálit, hevur als ikki spælt, tí hann hevur trupulleikar við tjúkkanum. Harley Bertholdsen hevur ikki spælt nógv, tí hann hevur havt trupulleikar við rivjabeininum, og Símun Waag Høgnesen, sum fyri stuttum er komin aftur av flatlondum, er eisini skaddur.

Umframt omanfyri nevndu ungu menninar hevur Erling Fles spælt nógv, og hann hevur staðið seg væl. Eisini á høgra vongverjanum har hann hevur fallið væl til, tá tað hevur borist frá hjá Harley Bertholdsen.