Eirikur Lindenskov
Hevur tú hug at VITa meira um telduna, at duga betur at brúka hana - ella, um tú einki kennir til eina teldu, hevur tú so hug at læra tað?
Hesa tænastuna bjóðar VIT-Stovan tær á Sjómansheiminum í Havn.
Seinnastu tíðina hava teir á Sjómansheiminum rættuliga spílað seg út og ment gamla Sjómansheimið til eitt rættuligt nýmótans hotell.
Tað nýggjasta tiltakið í somáta er, at KT-fyritøkan VIT í gjár lat upp VIT-Stovuna á fjórðu hædd á Sjómansheiminum, har teir fara at undirvísa fólki í teldubrúki.
VIT - teldufyritøkan
á staðnum
? Frálæra er ikki nýggj fyri okkum. Hetta er ein partur av tænastuni, ið røklar okkara veita einstaklingum úti hjá kundunum, sigur Ólavur Ellefsen, sum er stjóri í VIT, ið hevur tíggju fólk í starvi.
VIT er ein KT-fyritøka (kunningartøkni), sum varð stovnað á heysti í 1996.
? Vit hava alla tíðina lagt stóran dent á at veita dygdargóða tænastu til virki og stovnar, sigur Ólavur Ellefsen - og tá vit spyrja hann, hvussu ein slík fyritøka arbeiðir, sigur hann:
? Virksemið kann býtast í tríggjar partar: KT-tænasta, forritan og skeið.
Ólavur Ellefsen sigur, at KT-tænastan vanliga verður skipað sum tænastusáttmálar, har uppgávurnar hjá kundanum verða loystar, sum um VIT var edv-deildin á staðnum.
Sjómansheimið
- alt frá pizzum til KT
? Tískil selja vit ikki útgerð og líknandi, men vit keypa hetta frá øðrum veitarum vegna kundan, sigur Ólavur Ellefsen.
Forritanin fevnir einamest um framleiðslu av skipanum eftir bílegging - og sum vera man gera teir eisini heimasíður, eins og teir eisini gera standardskipanir.
Sosialurin vitjaði í KT-Stovuni á fjórðu hædd í Sjómansheiminum í Havn í gjár. Og var tað nakar sum helt, at Sjómansheimið var ómodernað, so er tað í hvussu so er ikki soleiðis longur - nú tey bæði selja italskar pizzur og kinesiskan mat, eins og tú har kanst fáa frálæru um tað allar nýggjasta innan teldutøkni.
Uppi á fjórðu hædd funnu vit undirvísingarhølið hjá VIT-Stovuni. Men har var eingin telda at síggja, tá vit trinu inn. Bara eitt stórt fundarborð. Men sum vit sita og práta, trýstir Ólavur Ellefsen á onkran knøtt - og mín sann koma níggju teldur upp úr borðinum, sum nú ikki longur er eitt fundarborð - men ein teldudiskur við øllum sum hartil hoyrir. Og tað er ikki sørt, at Ólavur er hugtikin av hesum fína føroyskt framleidda borði, sum Bygningssnikkaravirkið í Havn hevur gjørt.
Samskiftið í hásæti
? Vit hava valt at seta samskiftið millum skeiðleiðara og skeiðluttakarar í hásæti, sigur Ólavur Ellefsen. Hann greiðir frá, at tá tey sita við hvør sínari teldu rundan um borðið, ber til hjá luttakarunum at fylgja við á sínum egna skíggja. Tá vit so hava brúk fyri einum fundarborðið - ja, so hvørva teldurnar niðuraftur í borðið.
Hann sigur víðari, at fyri at tryggja einstøku luttakarunum møguleikan at seta spurningar og at fáa holla vegleiðing, er luttakaratalið avmarkað til í mesta lagi átta.
Ólavur Ellefsen sigur, at teir kunnu skipa fyri øllum hugsandi skeiðum - eisini serligum skeiðum, sum fólk biða um. Sjálvur greiðir hann frá við einum »matarlepa«:
»Dagsins Rættur« verður borðreiddur regluliga. Hetta eru liðugt samansett skeið á ymiskum støði.
»Pizza Menu« verur eisini boðin virkjum og stovnum. Her er møguligt at velja út teir ingrediensir, ið skeiðið skal fevna um og soleðis tillaga innihald og longd til egnan tørv.
»A-la-carte« skeið kunnu eisini veitast, og verður frálæran tá tann, sum luttakararnir biða um.
Afturat hesum bjóðar VIT-Stovan eisini frálæru í PC-koyrikortið, har tú so kanst fara til próvtøku á handilsskúlanum - og soleiðis fáa alment stempul uppá, at tú ert førur fyri at arbeiða við ymsu telduforritunum.
Genialt við hotelli
og teldufrálæru
Ólavur Ellefsen sigur, at teir hava fingið í lag gott samstarv við Sjómansheimið - eitt samstarv, sum gevur báðum pørtum nakað. Og hann dylur ikki fyri, at hetta við at leggja saman virksemi hjá eini KT-Stovu og einum hotelli er eitt genialt hugskot:
? Vit kunnu nú bjóða alt í einum pakka. Vit syrgja fyri sjálvum telduskeiðnum, meðan Sjómansheimið kann bjóða innivist. Eisini stendur Sjómansheimið fyri allari matgerð - so í matarsteðgunum ber til at fara á eina av matstovunum á Sjómansheiminum at fáa sær ein bita, sigur Ólavur Ellefsen.
? Leiðarin á Sjómansheiminum, Jeffri Johannesen hevur eisini nevnt møguleikan at skipa fyri telduskeiðum fyri útlendingar, sigur Ólavur Ellefsen, sum ikki dylur fyri, at fleiri fara at siga: »útlendingar til Føroya á telduskeið?«. Men hann svarar sjálvur:
? Hví ikki tað?
Og eingin ivi er um, at her eru føroyingar væl kappingarførir tí júst KT-vinnan kann gerast ein týðandi alternativ vinna í Føroyum.
So í framtíðini kann KT-Stovan á Sjómansheiminum gerast ein týðandi útflutningsvøra?