Heimarøktin
? Vit føla okkum úthongd av okkara egna landsstýrismanni.
Økisleiðararnir í Heimarøktini siga, at tað var rættiliga hugstoytt at hoyra Páll á Reynatúgvu í Degi og Viku fríggjakvøldið, alment ivast í evnunum hjá teimum at halda skil á játtanini til Heimarøktina og at tað er ein orsøk til, at játtanin hjá Heimarøktini ikki heldur.
Heimarøktin er í svárari kreppu og økisleiðararnir svara nú alment skuldsetingunum frá landsstýrismanninum aftur.
Og tær dylja ikki fyri, at tær føla seg úthongdar av landsstýrismanninum
? Tað má standa fyri hansara egnu rokning og tað sigur meiri um hann sjálvan, enn tað sigur um okkum, at hann setir slíkar skuldsetingar fram ímóti sínum egna starvsfólki, sigur Jeanna í Lágabø, øksileiðari í Suðuroy.
Hon sigur, at veruleikin er, at longu fyrst í árinum gjørdu vit vart við, at játtanin fór ikki at halda, sigur
Hon sigur, at hetta vistu økisleiðararnir, tí játtanin í fjør helt heldur ikki, men kortini er játtanin í ár enn minni enn nýtslan var í fjør. Samstundis sum vit vita, at viðskiftafólkatalið veksur alsamt, eins og tað mangan er so, at fólk, sum eru í skipanini, krevja meiri og meiri røkt.
? Tí vitstu beinanvegin vit at játtanin í ár fór ikki at halda. Fyri at byrgja upp fyri longu frá ársbyrjan, gjørdi Heimarøktin beinanvegin av, at sum eitur skeiðvirksemi og starvsfólkarøkt annars, skuldi takast av.
Í summar varð eisini gjørt av at halda uppat við reingerðini.
? Tað var ikki tí, at vit hildu at tað var rætt at skerja reingerðina, tí eftir okkara tykki er tað er ein av fortreytunum fyri at fólk kunnu vera heima, at tey fáa hjálp til reingerð, har tað krevst, sigur økisleiðarin í Suðuroy.
?Men nú eru greið boð komin frá landsstýrismanninum um, at reingerðingin skuldi takast uppaftur, og at kostnaðurin fyri tað, skuldi finnast í játtanini, sum var.
Landsstýrismaðurin hevur eisini gjørt greitt, at játtanin í ár skal halda, tí at hann fer ikki at biðja um eykajáttan.
Jeanna í Lágabø sigur, at økisleiðararnir hava ábyrgdina av, at játtanin heldur, so at halda játtanina, verða tær noyddar til. Hon leggur afturat, at øll vita, hvat kann henda við stovnsleiðarum, sum ikki megna at halda játtanina.
Men hon ger eisini greitt, at tað ger ikki mun, hvussu nógvan skúlagang, økisleiðararnir hava, tí fer aldrin at bera til hjá teimum at gera eina krónu til tvær krónur.
? Veruleikin er stutt og greitt, at játtanin er ov lítil, samstundis sum viðskiftafólkini alsamt økjast í tali, spakiliga. Veruleikin er eisini, at 90 % játtanini fer til lønir og hvussu høg lønin er, hevur leiðslan fyri Heimarøkitina onga sum helst ávirkan á.
Ein avleiðing av, at játtanin er ov lítil og at boð eru komin um, at reingerðin skal ikki skerjast burtur, er, at Heimarøktin nú hevur gjørt av, at hon tekur ikki ímóti fleiri viðskiftafólkum í ár.
Líka úr vøggu til ellisár
Økisleiðarin heldur, at tað er eisini ein vanlig misskiljing, at heimarøktin er bara fyri eldri fólk.
? Tað er ikki rætt. Vit hava viðskiftafólk í øllum aldri, líka úr vøgguni heilt til ellisár, tí heimasjúkrasystraskipanin er eisini undir heimarøktini.
? Samstundis vita vit, at tøknilig frambrot innan sjúkraviðgerð førir við sær, at fólk verða alsamt fyrr skrivað út av sjúkrahúsi og tað er tað mangan heimarøktin, sum skal taka ímóti teimum og viðgera tey víðari í heiminum.
Annars sigur Jeanna í Lágabø, at stóri trupulleikin er, at tað er ikki nóg mikið av røktarheimsplássum og tað tyngir játtanina hjá heimarøktini ómetaliga nógv.
Økisleiðarin í Suðuroy sigur, at avleiðingin av hesum er, at vit koma í tað óverdugu støðu, at fólk verða løgd inn á sjúkrahús, sum annars áttu at verið heima. Samstundis noyðast fólk at verða liggjandi á sjúkrahúsi longri enn vanligt, ístaðin fyri at tey kundu komið heim, og at Heimarøktin helt fram við viðgerð heima var tað neyðugt.
? Umframt at vera óverdugt, er hetta eisini nógv dýrari fyri samfelagið, tí tann bíligasta røktin er heimarøkt og tann dýrasta røktin er á sjúkrahúsi.
Og ein avleiðing afturat er, at so fara bíðilistarnir til ymsar viðgerðir á sjúkrahúsi at leingjast, tí sjúkrahúsini fáa ikki tikið fólk inn í viðgerð, tá ið sengurnar verða ?blokeraðar? av sjúklingum, sum annars áttu at verið heima.
Sandoyingar fáa fáa sersømdir
Tað hevur eisini verið ein ein meginregla, at øll í landinum skulu hava javnbjóðis kor, tí øll betala tað sama í landsskatti.
Men tað er ikki galdnadi fyri heimarøktina!
? Fyri nøkrum árum síðani varð ein royndarskipan sett í verk í Sandoynni við trimum heimum. Í fjør varð skipanin eftirmett og tá gjørdi landsstýrismaðurin av, at hon skuldi halda fram.
Jeanna í Lágabø sigur, at hendan skipanin ber í sær, at eftir fólkatalinum er játtanin til heimarøktina í Sandoynni nógv hægri enn játtanin til hini økini í landinum. Játtanin til heimarøktina í Sandoynni er yvir 7.200 krónur fyri hvønn sandoying um árið, men í hinum økjunum er hon bara slakar 4.400 krónur um árið fyri hvørt fólk.
? Skuldi hini økini í Føroyum komið upp á sama støðið sum Sandoyggin í heimarøkt, skuldi játtanin verið 133 milliónir hægri, enn hon er í dag. Skuldi Sandoyggin hinvegin niður á sama støðið, sum landið annars, skuldi játtanin til heimarøktina í Sandoy lækka góðar fýra milliónir.
Sandoyggin er eisini einasta økið í landinum, har játtanin heldur og har var tað heldur ikki neyðugt at skerja reingerðingina.
Onnur í heimarøktini siga, at tá ið landsstýrismaðurin hevur gjørt av at halda fram við skipanini í Sandoynni, má tað vera tí, at at hann hevur hildið, at tað er tað rætta støðið fyri heimarøktina og tað sigur so aftur eitt sindur um, hvussu afturútsigld røktin í landinum annars er.