Bolt.fo visti tað í gjárkvøldið, og nú váttar if.fo tíðindini.
ÍF hevur leigað tveir spælarar í Víkingi. Talan er um Miilan Svojic og Hans Jákup Lervig, sum higartil í ár hava havt ilt við at vinna pláss á besta liðnum hjá Víkingi.
Annar av ÍF venjarunum, Hans Jørgen Djurhuus, sigur, at nýggju menninir vera við ímóti HB sunnudagin, og hann roknar við, at teir fara at gera mun.
-Milan Svojic er ætlaður at spæla sentralan framrættaðan leiklut. Hetta er sami leiklutur, sum Sølvi Vatnhamar hevur í Víkingi. Tað er ikki pláss fyri teimum báðum í hesum leikluti í Víkingi, men nú fær hann møguleika at royna seg í hesum leikluti hjá okkum í ÍF, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
Hans Jákup Lervig er ætlaður at vera framrættaður í vinstru, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
Sambært faroesoccer.com hevur Milan Svojic verið fimm ferðir á besta liðnum hjá Víkingi, og Hans Jákup Lervig hevur verið tvær ferðir á besta liðnum í ár.