Klaksvík: - Hetta er eitt ótrúliga gott og spennandi spæl, sigur Hilmar Danielsen úr Klaksvík.
TALENT er eitt talentfult spæl, har góður møguleiki er at royna síni kreativu og listarligu evni, men tað er ikki verri at vera vitandi og hava almennan áhuga.
Hilmar hevur sjálvur verið við til at royndarspæla hetta nýggja spælið. Og hetta hevur verið honum og familjuni til stóra gleði og fragd.
- Ja, vit hava veruliga hugnað okkum við tí. Tað er spennandi at byrja eina ferð her í Klaksvík og síðani enda onkustaðni úti í verðini, sigur hann.
Spælið er eitt reint føroyskt hugskot og ein rein føroysk framleiðsla. Marjun og Palli Ziskason, og
Jóngerð Biskopstø og Steintór Rasmussen, øll úr Klaksvík, hava evnað tað til við góðari hjálp frá øðrum.
Spælið er komið í handlarnar, og fæst kring alt landið.
Tað besta av tí besta
Hilmar og familja hansara hava altíð dugað væl at hugna sær saman við at spæla ymisk brettspøl – millum annað Settlers, Risk og Trivial.
- Hetta spælið er eitt ótrúliga spennandi spæl, har ein hevur tikið tað besta burtur úr øllum hinum spølunum og savnað tað saman í eitt einstakt spæl, sigur hann.
Fyri hann hevur tað eisini stóran týdning, at fólkini aftanfyri spælið eru úr Klaksvík. Tað er eitt tekin um, at tað finnast fólk við hugflogi og áræði í býnum og sum tora at bróta upp úr nýggjum.
Hinvegin fegnast hann eisini um, at tað eru Føroyar sum eru í miðdeplinum, ikki minst nú ið so nógv verður tosað um hvussu okkara land stendur seg í alheimsgerðini.
- Tá ein spælir hetta spælið, fær ein líkasum eina kenslu av at vera ein heimsborgari, sigur Hilmar við einum brosi.
Keypa seg burtur úr
Í spælinum fáa luttakararnir møguleikar fyri at royna seg á ymiskan hátt og við ymiskum evnum.
Hugskotið við tí er, at øll skulu kunnu luttaka, og øll skulu kunna læra nakað nýtt, samstundis sum ein kann nýta síni skapandi evnir, vera heppin og brúka handilsligt snildi.
Sjálvur er Hilmar ikki so góður at tekna, men hóast hetta kann hann saktans brúka síni evni á øðrum økjum í spælinum.
- Ein hevur nevniliga møguleika at keypa seg burtur úr teimum greinunum, har ein er veikur. Tí er hetta eitt so sera stuttligt spæl, sigur hann.
Spælið er fyri alla familjuna, og er væl hóskandi at hava eitt barn og ein vaksnan í sama parti. Annars er spælið vælegnað til fólk frá tannárunum og uppeftir.
Umframt brettspælið ber eisini til at fáa ein forsmakk uppá tað on-line. Ein heimasíða er gjørd, har fólk kunnu royna seg í fyrsta umfari, áðrenn tey møguliga avgera at keypa spælið.
Heimasíðan er www.talent.fo.
At hava TALENT
Vit hava við okkara evnum roynt at gjørt TALENT soleiðis, at øll, so ella so, kunnu vera við. Tey, sum hava og ynskja meira ítøkiliga vitan, og tey, sum eru meira skapandi og kunnu átaka sær nýggjar ókendar upp gávur og leiklutir.
At hava talent kann ljóða sum ein íborin fyrimunur, men at vera føddur við góðum gávum er tó ikki nokk. Tað er gamal bíbilskur vísdómur, at vit skulu brúka tær talentir, sum vit eiga.