Fólk í bili mugu ansa sær í dag

Tað er kolandi stormur nógvastaðni og tað hæsar ikki av fyrr enn seint seinnapartin

Fólk, sum eru í bili, eiga at vísa størsta varsemi í dag, tí tað er kolandi stormur nógvastaðni. Á heilt nógvum plássum er hann yvir 30 metrar um sekundið í hvirlunum, og summa staðni kvinkar hann eisini upp um 40 metrar um sekundið. 

 

Hann liggur av suðuri og útsynningi og eftir veðurforsøgnini fer hann at minka vindin najað nú fram ímóti døgverða, men so veksur hann seinnapartin og um tað tíðina, tá ið fólk vanliga fara til húsar eftir loknan arbeiðsdag, verður tað kanska enntá meiri vindur enn tað er í morgun. Og tað verður ikki fyrr enn tíðliga í kvøld, at hann hæsar av aftur.

 

Annars geva veðurstøðirnar hjá Landsverki hesa myndina av støðuni beint nú:

 

Dalavegur til Viðareiðis: Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s 

Gjáarskarð: Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s 

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin: Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s 

Norðskálatunnilin, Eystanfyri: Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s 

Høgareyn: Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31 m/s 

Mykines: Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s 

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð: Skrið, í hvirlunum upp til 38 m/s 

við Velbastaðháls: Skrið, í hvirlunum upp til 25 m/s 

Hvalba: Stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s 

Ørðaskarð, Fámjinsvegnum: Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s 

Porkerishálsur: Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s