Fólk eru sera ørkymlað

– Eg haldi, at øll í felagnum eru sera ørkymlað. Vit vita ikki, hvat hendir, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways

Tað sær einki serligt út hjá flogvinnuni, og fleiri útlendsk feløg hava sagt nógvum starvsfólki upp.

Men í føroyska flogfelagnum er eingin uppsagdur enn.

– Flestu av starvsfólkunum eru í ALS-skipanini, sum varð gjørd í sambandi við koronakreppuna. Har vera tey eisini verandi hendan mánaðin. Tað, sum er ørkymlandi, er, at vit síggja ikki longur fram enn nakrar fáar vikur, sigur hann.

Nevndarformaðurin heldur, at nógv er mist í hesum árinum.

– Árið í ár er kanska farið. Vit kunnu kanska vóna at koma meir í gongd longur út á árið. Men hyggja vit eftir øðrum flogfeløgum, so vænta tey ikki nakað fyrr enn í 2022, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Lurtið eftir allari samrøðuni við Niels Mortensen, sum Árni Gregersen hevði við hann á FM 1 í gjárkvøldið.

##med2##