Fólk eta fisk tríggjar ferðir um vikuna

Seinastu 10 árini hevur Hjartafelagið skipað fyri upplýsandi og fyribyrgjandi tiltøkum. Í ár vitjaðu umleið 1300 fólk í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, har hædd, vekt, blóðsukur og kolesteroltal varð mátað

Tiltakið hjá Hjartafelagnum varð væl vitjað. Tað byrjaði mikudagin í farnu viku, har tríggir fyrilestrar vóru á skránni.

Heðin Thomsen, yvirlækni, helt fyrilestur um hjartasjúkur, og greiddi frá kanningum, sum hava verið gjørdar seinastu 10 árini. Mariann Patursson, kostvegleiðari, helt fyrilestur um kost, og Ingelise Sørensen, fysioterapeutur, greiddi frá venjing og rørslur fyri hjartasjúk.

Hósdagin og fríggjadagin var møguleiki hjá almenninginum at fáa kannað blóðtrýst, blóðsukur og innihald av kolesterolt í blóðnum.Heðin Thomsen sigur, at tey mátaðu hædd og vekt á fólki, eins og blóðtrýst og innihald av kolesterol og blóðsukur í blóðnum. Harnæst vóru fólk spurd um tey roykja, og hvussu ofta tey eta fisk um vikuna.


1283 blóðroyndir

Hetta er 10. árið á rað, at slíkar kanningar hava verið gjørdar, og svarini viðvíkjandi hvussu ofta fólk t.d. eta fisk, eru tey somu. Fólk eta fisk tríggjar ferðir um vikuna. Tað svarar til 70 gr. um dagin. Tað er nógv, í mun til í Danmark, har fólk eta 20 gr. av fiskamati um dagin.

Eini 1283 blóðroyndir vóru tiknar hesar báðar dagar, og fólkini fáa bræv frá hjartafelagnum við úrsliti av blóðroyndini seinni. Enn eru royndirnar ikki kannaðar, og tí ber ikki til at siga, hvussu heilsustøðan er, sigur HeðinThomsen.

Kanningar áður av hesum slag hava víst, at føroyingar hava nógv kolesterol í blóðnum. Spurdur, hvussu tað ber til, sigur Heðin Thomsen, at tað lutvíst er ættarbreðgi, men eisini av tí at føroyingar eta feitan mat.


Fyribyrgjandi tiltak

Endamálið hjá Hjartafelagnum við hesum tiltakinum er at fyribyrgja hjartasjúkur, og fyri at geva fólk møguleika at kanna seg.

Enn vantar tó at gera upp úrslitið av kanningunum í farnu viku, men øll sum fingu tikið blóðroynd, fáa bræv frá Hjartafelagnum við frágreiðing um kanningarnar og tilráðing um, hvussu bøtast kann um viðurskiftini.

Bert eitt er greitt, og tað er, at øll sum roykja, fáa boð um at gevast, sigur Heðin Thomsen.

Blóðroyndirnar verða lidnar í næstu viku, og síðan skulu brøvini skrivast. Heðin Thomsen væntar, at øll, sum hava verið til kanningar, fáa bræv áðrenn jól.