- Fólk flýggja úr egnum heimi

Tað er follið felagnum Heimafriður fyri bróstið, at Rógvi Olavson í Degi og Viku fríggjakvøldið vísti á, at ein møgulig frágreiðing til nógvu umtaluna, ið ljóðdálking hevur fingið seinastu tíðina, er, at fólk hava mist tilknýtið til havnir og havnavirksemi.

 Í Degi og Viku segði Rógvi Olavson, at hóast fólk uttan iva eru vorðin meira tilvitað um teirra rættindi, so er mest sannlíka frágreiðingin, at tilknýtið hjá teimum flestu til havnaløgini eru minkað. Sostatt verður tað lættari hjá fólki at finnast at larminum, tí tey hava við virksemið at gera.

Felagið Heimafriður sigur í dag, at talan er um gitingar frá Rógva Olavson, sum byggja á ókunnleika um málið. Fleiri av limunum í felagnum hava tilknýti til havnirnar og tað virksemið, sum gongur fyri seg á havnaløgunum í Føroyum, sigur felagið Heimafriður.

Felagið vísir á, at rætta orsøkin er heldur, at fólk hava fingið eina rødd í felagnum Heimafriður, har almennu myndugleikarnir áður bara kundu lata sum luft og lata vera við at gera nakað við trupulleikan.

- Fakta er, at borgarar, sum eru illa raktir av ganginum frá meiningsleysa motorljóðinum, trívast ikki, tí tey ikki fáa frið, hvørki í kropp ella sinn. Fólk flýggja úr egnum heimi. Eru Føroya fólk klár yvir, hvussu álvarsamt hetta í veruleikanum er, spyr felagið Heimafriður.

Heimafriður sigur víðari, at tað er meira sannlíkt, at fólk í Føroyum hava mist virðingina og samkensluna fyri medmenniskjum teirra, og at egoisman tykist at ráða millum valdshavararnar í Føroyum, sum ikki vilja seta strangari krøv til skipini, ið larma.

- Pengar hava meira at siga fyri nakrar býráðspolitikarar her í landinum enn heilsa og vælvera hjá teirra borgarum, sigur Heimafriður.