- Fólk halda meg vera ein telefonsvarara

Maria eigur røddina til eyðkendu boðini: “Nummarið kann ikki røkkast í løtuni”

Øll kenna røddina á henni, men tað eru ikki øll, sum vita, hvør eigur eyðkendu røddina. Um tú ivast í, um tú kennir hana, kanst tú bara lurta næstu ferð, tú ringir til eitt Føroya Tele nummar, og har einki samband er við fartelefonini.

 

Maria Brøðraberg úr Havn leggur rødd til nakrar av teimum allar kendastu og mest hoyrdu útsøgnunum, sum nógv fólk hoyra dagliga í telefonhorninum.

 

“Nummarið kann ikki røkkast í løtuni”…. “Tú ert nummar trý í bíðirøðini”.

 

Tað er ofta komið fyri, at fólk kenna rødd hennara aftur, uttan at vita av, at tey kenna røddina.

 

- Tá onkur fremmandur ringir til mín, og eg taki telefonina, kann tað gott blíva heilt kvirt í hinum endanum, tí tey halda, tað er ein telefonsvarari. Tá eg so sigi “halló”, so siga tey, at tey hildu tað var ein telefonsvarari. Tað er nokk tí, tá mann t.d. ringir til ein kommunulækna, eru fólk kanska von við at hoyra mína rødd, sum m.a. sigur “tú ert nummar tvey í bíðirøðini”, sigur Maria Brøðraberg í greinarøð í VikuskiftisSosialinum.