Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, dettur ikki av stólinum, tá ið hann frættir um vánaliga úrslitið hjá Fólkaflokkinum í nýggju veljarakanningini. Hevði val verið nú, hevði Fólkaflokkurin mist tríggjar av átta tinglimum, vísur veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin.
Jørgen Niclasen endurtekur pástandin um, at Fólkaflokkurin altíð fær vánalig úrslit í veljarakanningum, men hann viðurkennir, at førdi politikkurin eisini kann hava ávirkað úrslitið.
- Vit hava sitið ábart fyri við teimum málsøkjum, sum vit umsita. Vit hava framt stórar broytingarar, men tað er so stutt fráliðið, at fólk hava ikki sæð úrslitini av broytingunum enn, sigur Jørgen Niclasen.
- Tað kostar at sita við ábyrgd, men vit gjalda als ikki sama prís, sum stjórnarflokkar í londunum kring okkum, sum næstan eru farnir niður í helvt. Hetta er ikki nøkur uppgerð við førda politikkin, tí so høvdu vit mist nógv meira, enn vit hava gjørt, sigur hann.
- Vit koyra víðari við okkara politikki og skulu verða betur at greiða fólki frá tí, sum vit gera, sigur Jørgen Niclasen.