Tað almenna skal ikki fara undir at byggja bústaðir til vanlig fólk. Tað er at gera ungfólk ómyndug, og tað er at taka ábyrgdina frá teimum.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Løgtingið viðger uppskotið frá Landsstýrinum um at útvega fleiri bústaðir. Men Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað er ein stoltleiki hjá fólki byggja sær sín egna bústað, og at rinda fyri hann sjálvi. Men hendan stoltleikan er tað almenna í ferð við at taka frá teimum við at byggja bústaðir fyri tey.
Hann vísir eisini á, at fer tað almenna at byggja íbúðir, merkir tað, at eisini at virðið á bústøðum, sum fólk sjálvi hava bygt, og goldið, fara at minkað í virðið. Og tað merkir eisini, at frívirðið í húsunum minkar, og tað verður ein stór rokning til tey, sum eiga bústaðirnar.
Tað er órættvíst, at summi hava goldið í dýrum dómum fyri sín bústað, men nú ætlar tað almenna at byggja bústaðar fyri onnur, heldur hann. Í løtuni eru einar 600 bústaðir í gerð, og í løtuni er tað ivaleyst til at nøkta bústaðarneyðina í
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at orsøk til bústaðarneyðina er, at øll vilja búgva innan fyri ringvegin í Havn. Men tað gongur ikki, tí her ikki pláss fyri fleiri. Tí sóknast hann heldur eftir, at umstøður verða skaptar soleiðis at fleiri bústaðir verða bygdir aðrastaðni í landinum enn í Havn. Ein táttur í hesum er at útvega fólki betri fíggingarmøguleikar, heldur hann.
Bjørt Samuelsen heldur, ein tann størsta avbjóðingin, vit hava, er útvega fólki tak yvir høvdið, og alla aðrastaðni er eitt ótal av almennum leigubústøðum, men tað hevur ikki tikið nakað frá privata marknaðinum.
Ruth Vang, tingkvinna heldur, at frívirðið í einum bústaði er einki mál í sær sjálvum. Tvørtur ímóti er eitt høgt frívirðið besta prógv um bústaðarneyðina. Skal frívirðið verða eitt mál í sær sjálvum, er bara at avmarka bústaðarbyggingina enn meiri, so verður frívirðið enn størri.