Útoyggjastevna
Leygardagin, 19. juni, heldur Útoyggjafelagið sín triðja aðalfund, sum hesaferð verður hildin í Hesti.
Fyrsti aðalfundurin hjá felagnum varð hildin í Skúvoy, og í fjør varð aðalfundurin hildin í Kalsoynni.
Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár skipað fyri stevnu í samband við útoyggjafundin. Á skránni verða nógv ymisk tiltøk, bæði fyri børn og vaksin. Eisini verður skipað fyri gongutúrum í Hesti og útferð í Koltur. Vitjað verður við minnisvarðan norðanfyri bygdina, og høvi verður eisini hjá fólki at vitja í kirkjuna í Hesti, har greitt verður frá henni.
Seta og sangur
Sjálvur aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum byrjar leygardagin klokkan 13, og klokkan 15 bjóðar útoyggjaumboðið í Hesti, Sanna Silvurstein, vælkomin til stevnu og setan.
Tað verður Heðin Mortensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sum setir stevnuna. Við setanina verður eisini kórsangur við Sólarmagnskórinum og felagssangur.
Á útoyggjastevnuni í Hesti verður eisini dansur, og tað verður Twilight sum fer at spæla og undirhalda ? væntandi til langt út á náttina.
Eykatúrar
Í samband við aðalfundin og stevnuna, sigla Teistin og Norðlýsið fleiri eykatúrar millum Gomlurætt og Hest, og bussar koyra millum Farstøðina og Gomlurætt.
Fólk úr Norðoyggjum, sum ætla sær á aðalfund og stevnu, sleppa suðureftir við Brimli og norðuraftur við skipinum seinni um kvøldið.
Fyrireikararnir siga, at stevnurnar í Skúvoy og Kalsoy vórðu væl vitjaðar, og tí vóna tey, at stevnan í Hesti eisini fær stóra undirtøku.
- Vit vóna, at hetta verður ein ógloymandi dagur og eitt ógloymandi kvøld, siga tey.