Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Saman við familju. Vit plaga at útnevna "Ársins Kvaj" nýggjársaftan - tað er tann í familjuni, sum hevur gjørt tað býttasta ella mest pínliga gjøgnum árið. Eg havi fingið henda ivasama heiður í so ofta, so eg satsi upp á, at tað verður onkur annar enn eg í ár.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Spurdur, um hann keypir fýrverk, og um honum dámar at skjóta fýrverk, sigur hann, at honum dámar betri at brenna bál enn at skjóta fýrverk.
- Men, eg keypi eitt sindur, og tað er hundadýrt. Tí keypi eg frá onkrum av feløgunum, sum selja fyri at fáa pengar til raksturin.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016?
- Eftir at hava brúkt stóran part av frítiðini til tað í fleiri ár, bleiv eg endiliga liðugur við bókina "2000 - tá Føroyar skuldu loysa". At standa á Føroyaprent við fyrsta eintakinum var ein góð uppliving. Tað hevur eisini verið stuttligt at hoyra frá fólki sum hava lisið bókina og hava dámt hana væl.
Og hvat var keðiligasta upplivingin hjá Sjúrði Skaale í 2016?
- Tá eg klokkan fimm ein morgun í juni hugdi inn á Guardian á fartelefonini og sá, at bretar høvdu atkvøtt fyri Brexit, gjørdist eg illa við. Og tá eg líka tíðliga ein morgun í november hugdi inn á Guardian og sá, at amerikanarar høvdu atkvøtt fyri Trump, gjørdist eg líka illa við.
Fólkatingsmaðurin heldur, at okkum tørvar tætt, altjóða samstarv meira enn nakrantíð. At fólk valdu nationalismuna í staðin, heldur hann boðar ikki frá góðum.
- Okkum tørvar reiðiligar leiðarar meira enn nakrantíð. At fólk í staðin lótu seg forføra av demagogum sum Farage og Trump, er óheppið. Moderatar konservativar og sosialdemokratiskar kreftir hava sín stóra part av ábyrgdini, tí tær eftir mínum tykki hava flutt seg ov langt frá vanliga fólkinum. Vónandi verður 2016 ein vekjari hjá teimum. Og so vóni eg, at týskarar og fransmenn halda høvdið kalt og vraka teirra demagogar í 2017.
Spurdur, um hann hevur sett sær fyri at gera nakað serstakt í 2017, svarar Sjúrður Skaale soleiðis:
- Okkurt er, ja. Men ikki nakað, sum eg fari at siga alment, sigur hann brosandi.