Fólk lurta betri eftir mær í dag

- Tað, sum eg umboði í dag og grundgevi vegna, verður virt hægri enn tað sum eg umboðaði í mínum undanfarna starvi. Tað er sera trupult at verða hoyrd, tá ið tú tosar fyri teim bleytu virðunum, tað vil siga sjúkrarøktini. Nú tá ið eg grundgevi út frá lógum, sáttmálum og fyriskipanum er øðrvísi. Tú verður hoyrd, tí tað er so ítøkiligt, sigur Maria á Dul, starvsfólkastjóri í Almanna- og heilsustýrinum, sum leggur afturat, at kjakið um javnstøðu hevur gagnað, tí broyting er við at koma í hugburðin hjá fólki.

Sum fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum hevði hon ábyrgdina av allari sjúkrarøktini og starvsfólkinum í sjúkrarøktini á størsta arbeiðsplássinum í Føroyum. Hetta vóru sera turbulent ár. Fyrstu árini var trupult at fáa nóg mikið av fólki at arbeiða í sjúkrarøktini meðan tað tey seinnu árini ráddi um at halda tørn. Við royndunum í hesum yrkinum í viðførinum tók hon við sum starvsfólkastjóri í Almanna- og heilsustýrinum í mai í fjør. Eitt starv, ið er úrslit av bygnaðarbroytingunum innan føroyska landsumsiting, har økið hon framman undan virkaði innan, er ein partur.

Maria á Dul er 46 ára gomul, er fødd, uppvaksin og býr á Argjum, er gift og eigur tveir dreingir og eina genta, ávikavist 26, 18 og 21 ár. Tað yngsta er heimabúgvandi. Hon tók prógv sum sjúkrasystir í 1975, men hevur síðan tikið útbúgving í leiðslu og umsiting, og part av merkonom-útbúgvingini.

Hon hevur ikki arbeitt sum sjúkrasystir síðani 1983. Næstu trý árini var hon deildarsjúkrasystir, í 1986 gjørdist hon varafyristøðukvinna og síðani árið eftir fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum.

Sum fyristøðukvinna arbeiddi Maria á Dul eisini innan starvsfólkafyrisiting og tískil hevur hon nógvar royndir á økinum. Starvið sum fyristøðukvinna var hægsta leiðarastarvið innan sjúkrarøktina. Í og við, at allur bygnaðurin er broyttur á hesum øki, er hetta starvið við at hvørva.

Arbeiðsøkið hjá starvsfólkastjóranum er starvsfólkamál í Almanna- og heilsumálastýrinum.

- At geva ráð og vegleiðing um ymisk viðurskifti viðvíkjandi starvsfólkum. At síggja til, at alt fer rætt fram, tá ið fólk verða sett í starv og verða søgd úr starvi, fáa ásett løn og annars vera við, tá ið trupulleikar stinga seg upp og geva leiðarum, ið arbeiða undir stýrinum, ráð og vegleiðing, sigur Maria á Dul.


Stórt ábyrgdarøki

Sum skilst er starvið sum starvsfólkastjóri rættiliga fjart frá starvinum, Maria á Dul upprunaliga er útbúgvin í.

- Tá ið tú arbeiðir sum sjúkrasystir ert tú partur av sjúkrarøktini. Men í grundini minnir hetta starvið ikki so lítið um starvið sum fyristøðukvinna. Alt sum hevur við starvsfólkafyrisiting er tað sama, økið er bara nógv størri, sigur Maria á Dul.

Í almanna- og heilsuverkinum í Føroyum starvast umleið 2000 fólk. At tey verða rætt viðfarin er ábyrgdin hjá Mariu á Dul, men leiðsluábyrgdin liggur hjá teim ymsu stovnsleiðarunum.

Hví Maria á Dul í síni tíð valdi at fara frá sjúkrasystrayrkinum til at vera partur av fyrisitingini, sigur hon.

- Eg havi ongantíð strembað eftir at verða leiðari ella stjóri - í øllum førum ikki tilvitað. Tað er áhugin fyri yrkinum, sum hevur beint meg í størvini og so hvørt eg havi nomið mær størri kunnleika, havi eg havt hug at arbeiða innan fyri økið. Tað hevur ongantíð verið eitt mál í sjálvum sær, men mær hevur altíð dámað væl at vita nógv og at fáa eina størri vitan. Eg búnaðist so við og við og tá ið starvið sum deildarsjúkrasystir var leyst søkti eg. Tá ið so starvið sum varafyristøðukvinna varð leyst hugsaði eg, at tað hevði verið stuttligt at arbeitt við tí, sum eg tá hevði fingið kunnleika í. Tá var lopið ikki so langt til fyristøðukvinnustarvið, eg var einasti umsøkjarin til tað starvið.

- Í 80-unum var størsti trupulleikin í heilsuverkinum tann, at vit fingu ikki fólk at arbeiða. Trot var á sjúkrasystrum og ein varð noydd at bøna og biða fólk um at koma til arbeiðis. So vendi alt upp og niður í 1990, tá ið vit vórðu noydd at siga fólki upp. Tað hava ongantíð verið heilt normal viðurskifti galdandi. Sum leiðari var tað sera hart, men ein búnast eisini. Í mun til tað fakliga var tað ógvuliga hart ikki at fáa nóg mikið av fólki til at røkja sjúklingarnar. Tá ið kreppan rakti høvdu vit fólkini, men máttu siga við tey, at vit høvdu ikki ráð at hava tey. Og tað var sárt, sigur Maria á Dul.


Nærum bert kvinnur

Sjúkrarøktin er eitt arbeiðsøki, har nærum bert kvinnur arbeiða. Mannligar sjúkrasystrar kunnu teljast á eini hond.

- Tað er lítil kapping um leiðarastørvini í sjúkrarøktini. Fáar bjóða seg fram og tað hevur eisini nakað at gera við, at størvini verða ikki lønt í mun til ábyrgdina. Deildarsjúkrasystrar fáa ikki nógv meiri í løn enn ein vanlig sjúkrasystir, og arbeiðir ein sjúkrasystir í vaktum fær hon meiri enn ein deildarsjúkrasystir, sum helst skal taka vaktir, tí hon skal vera tøk í vanligari arbeiðstíð. Og tað er ikki nøktandi. Tær sum taka av gera tað av áhuga.

- Tá ið talan er um starvið, sum eg nú havi, er stór kapping um leiðarastørvini. Hóast vit eru tríggjar kvinnur, sum eru stjórar undir aðalstjóranum í Almanna- og heilsustýrinum, er økið annars ikki kvinnuráðandi. Hetta er tað mest spennandi starvið, eg havi søkt, tí eg visti, at tað fór at vera hørð kapping og at umsitingin fór at hyggja neyvt at, hvussu umsøkjararnir vóru skikkaðir. Tá ið eg fekk starvið føldi eg, at tey høvdu kannað væl eftir, hvat eg dugi og hvar mínar dygdir eru, meiri í mun til onnur størv eg havi søkt, sigur Maria á Dul, sum varð vald út millum fleiri umsøkjarar.

- Eg havi ongantíð hugsað stórvegis um kynsmun í størvunum, eg havi havt, tí sjúkrarøktin er ein so kvinnuráðandi verð. Eitt sum kann vera ein trupulleiki er ikki um tú ert konufólk ella mannfólk, men hvat tú grundgevur vegna. Tað er sera trupult at verða hoyrd, tá ið tú tosar fyri teim bleytu virðunum, tað vil siga sjúkrarøktini. Nú tá ið eg grundgevi út frá lógum, sáttmálum og fyriskipanum er øðrvísi. Tú verður hoyrd, tí tað er so ítøkiligt. Fólk lurta betri eftir mær í dag, tað eg sigi er meiri góðkent í mun til, tá ið eg var fyristøðukvinna og skuldi tosa fyri sjúkrarøktini. Hetta hóast tey bleytu virðini eisini hava týdning í starvsfólkapolitikki. Kvinnuráðandi yrkini seta tey bleytu virðini í hásæti. Alt almanna- og heilsuøkið er eitt bleytt øki, sum mannfólk eftir øllum at døma ikki tíma so væl at fáast við.


Ófriðarligt tíðarskeið

Sum leiðari innan heilsuverkið seinastu tólv árini hevur Maria á Dul verið vitni til nógvar broytingar antin tær hava itið bygnaðarbroytingar ella umskipanir. Ófriður og rok hava til tíðir eyðkent tíðarskeiðið, serliga í sambandi við uppsagnir, sum vóru fyri nøkrum árum síðani, og tað er greitt, at slíkt slítur.

- Tað er bæði tíðar- og orkukrevjandi at hava eitt leiðarastarv. Altavgerandi er, at tú hevur góðan stuðul heimanifrá. Og tað havi eg. Tað hevur aldri verið nakar trupulleiki, og áðrenn eg havi søkt eitt nýtt starv hava vit tosað saman heima um, hvussu vit skulu skipa okkum. Fyri samvitskuna hjá einum sjálvum er tað lættari, nú børnini eru vaksin. Tá ið tey vóru smá merkti eg á teimum, um eg hevði ov nógv at gera og var nógv burturi frá teimum. Maðurin hjá mær, sum hevur sítt egna virki, hevur altíð verið har og hevur tí tikið lut í teirra gerandisdegi. At hann er sín egni arbeiðsgevari hevur avgjørt verið ein fyrimunur, tí so hevur hann kunnað heintað børnini av stovni og annars verið saman við teimum, tá ið eg ikki havi kunnað.

- Tá ið tað ræður um húsligar skyldur eigi eg framvegis størra takið, tað er mín lutir at halda húsið reint, men børnini eru uppvand við at klára seg sjálv. Tað hava vit gjørt tilvitað. Ofta hava konufólk lyndi til at taka yvir skyldurnar hjá børnunum. Hava tey gjørt eitthvørt, sum er skeivt ella óheppið, hava foreldrini reitt trupulleikarnar fyri børnini, men tá havi eg valt at lata børnini sjálv greiða síni mál. Tað búnar tey og mennir tey at standa á egnum beinum. Men tá havi eg við hvørt fingið at vita, at eg eri nakað hørð, sigur Maria á Dul.


Somu møguleikar

Útbúgvingina sum sjúkrasystir var Maria á Dul liðug við sum 22 ára gomul. Øll trý børnini hjá henni eru í holt við eina útbúgving, tað yngsta gongur á studentaskúla. Og útbúgving er altavgerandi fyri, hvussu ein klárar seg í samfelagnum og hvørjir møguleikar standa einum í boði, sigur Maria á Dul.

- Mítt grundsjónarmið sigur, at um kvinnur og menn hava sama førleika og útbúgving, hava tey javnbjóðis møguleikar at gera seg galdandi í samfelagnum. Hinvegin hevur tað víst seg í roynd og veru, at menn velja menn í størv, og grundin til tað nýtist ikki at vera tilvitað. Teir gera tað av vana, men tað er sjálvandi ikki nóg gott. Kjakið, sum hevur verið frammi um javnstøðulógina og annað í tí sambandi, hevur gagnað, tí tað hevur givið eina lítla hugburðsbroyting. Í fyrstani tá ið tað kom fram, at kvinnur eisini skulu veljast í nevndir og ráð, hoyrdu vit javnan, at tað eru ongar kvinnur, sum vilja. Nú eru vit komin eitt stig longri, har vit siga, at tað eru kvinnur, sum vilja. Tað ræður bara um at peika tær út. Tað er lættari at fáa eyga á mannfólk at velja í nevndir og ráð, tí teir eru meiri sjónligir í samfelagsmyndini. Í grundini skuldi tað ikki verið neyðugt at leita eftir konufólki, men eftir mínum tykki er tað rætt, so leingi tað er neyðugt.

- Tá ið leiðarar seta fólk í størv haldi eg, at teir eiga at hyggja eftir, hvussu býtið er á arbeiðsplássinum. Er yvirvág av eina kyninum eigur hitt at koma uppá tal. Sjálvandi skulu teir eisini hyggja at, hvussu viðkomandi eru skikkað. Vitanin um at hava bæði kynini eins væl umboðað á arbeiðsplássinum og í nevndum er ikki nóg væl útbreidd. Tí skulu konufólk stríðast meiri fyri at koma fram, men tær hava verri við at bjóða seg fram enn mannfólk, sum duga betri at tosa fyri seg sjálv. Konufólk krevja av sær sjálvum, at tey eru fullkomin, áðrenn tey bjóða seg fram.

- Forðingin fyri javnstøðu eru hugburðirnir, ið eru galdandi í samfelagnum. Tað skal nógv til at broyta ein hugburð, sum er so inngrógvin í so nógvum. Javnstøða er jú í grundini at seta bæði kynini eins fyri lógini, ikki at taka annað framum, og tí eiga vit at formidla tann boðskapin. Tað er ikki nóg mikið at siga, at javnstøða kemur við tíðini. Vit mugu upplýsa fólk alla tíðina. Tá ið javnstøðuráðstevnan var í Føroyum herfyri segði landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, at vit eiga at fáa eitt stýringsamboð, sum fremur størri javnstøðu. At tryggja kvinnum, sum fara í barnsburðarfarloyvi betri umstøður, er eitt sum verður hugsað um í hesum sambandi, sigur Maria á Dul.


Javnstøðuhugsjónin

Í fjør fór norðurlendska ráðharraráðið undir eina verkætlan, kallað Mainstreaming, ið hevur til endamáls at fáa javnstøðuhugsjónina natúrliga inn í allar liðir í samfelagnum. Øll Norðurlondini arbeiða við ymiskum verkætlanum innan hetta samtakið og Maria á Dul hevur ábyrgdina av føroyska partinum.

- Endamálið við verkætlanini er at spreiða vitan og broyta hugburð soleiðis, at ein og hvør í sínum dagliga yrki altíð hugsar út frá javnstøðusjónarhorninum. Tað krevur, at ovasta leiðslan á øllum stovnum og arbeiðsplássum altíð hevur hetta í huga. Í Føroyum hava vit valt at arbeiða við dagstovnum, starvsfólkunum á stovninum og útbúgvingarlærustovninum hjá hesum. Vit hyggja at, hvussu kynsbýtið er á stovnunum, hvussu hugburðirnir eru hjá leiðarunum, starvsfólkinum og brúkarunum um, hvussu kynsbýtið eigur at vera. Finna vit eitt nú út av, at veruleikin er eitt meðan hugburðurin er ein annar, kunnu vit spjaða vitanina út um hesi viðurskifti.

- Javnstøðulógin sigur, at hugt eigur at vera eftir kynsbýtinum á arbeiðsplássinum, og eg trúgvi ikki, at úrslitið av hesi verkætlanini verður, at vit fara at krevja kynsbýtið ásett við lóg. Heldur eiga vit at mæla til og eggja arbeiðsgevarar til at hugsa um javnstøðuhugsjónina, tá ið teir seta fólk í starv, sigur Maria á Dul.


Mørkini skulu vera greið

Í og við, at fleiri kvinnur eru stjórar og leiðarar í dag í mun til fyri heilt fáum árum síðani, er hugburðurin mótvegis hesum kvinnum ikki so nógv merktur av fordómum sum fyrr, heldur Maria á Dul.

- Fordómar eru framvegis mótvegis kvinnum, sum taka við leiðsluábyrgd, men eg trúgvi, at tað ikki so útbreitt longur. Kvinnur verða góðtiknar í dag og fólk hava vant seg við, at konufólk hava góðar útbúgvingar. Sjálv havi eg ikki møtt fordómum.

- Ein og hvør, sum tekur við einum leiðarastarvi, má arbeiða við at seta seg í virðing hjá arbeiðsfólkinum. Uttan mun til, um ein er kvinna ella maður. At vera leiðari krevst, at viðkomandi veit, hvat tað vil siga at vera leiðari, hvussu ein fer við starvsfólki og hvar mørkini eru. Tað ber til at arbeiða fram ímóti, at øll eru ein eind og at avgerðirnar verða tiknar í felag, men tað er neyðugt, at leiðarin sigur: hertil og ikki longur. Tí ber ikki til at siga, at vit øll kunnu vera vinfólk. Tað rætta er eitt natúrligt medarbeiðara/leiðara-samband.

Um tað er neyðugt fyri kvinnur at vera virknar á arbeiðsmarknaðinum fyri at styrkja um sjálvsálitið, sigur Maria á Dul.

- Tað nýtist ikki at vera. Eg havi stóra virðing fyri fólki, sum ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Sjálvsagt hevur virðingin ein fær sum leiðari ávirkan á eins sjálvsálit, men ein kann eisini vera leiðari og ikki verða virdur. Tað, sum eg umboði í dag, verður virt hægri enn tað sum eg umboðaði í mínum undanfarna starvi. Síðstu árini sum fyristøðukvinna mátti eg upp í saman stíga fram og grundgeva fyri, hvussu týdningarmikil sjúkrarøktin er, men hóast tað so var tað spart og skorið inn á bein. Tískil var tað ikki virt í sama mun, tá ið eg hugsi um tað, eg umboði í dag og skal grundgeva fyri og tosa vegna.

Um hon sum stjóri roynir at káva út yvir ella at draga fram kvinnuligu eyðkennini, sigur Maria á Dul.

- Eg billi mær inn, at eg eri vakin fyri, hvussu ymiskt, ið sett verður í gongd virkar á fólk. Hetta er partvíst innlært, tí tað kemur av fakligu bakgrundini eg havi ognað mær. Sum heild duga kvinnur betri enn menn at fara í holt við at loysa trupulleikar, áðrenn teir gerast ov stórir. Sjálv dámar mær betri at fara inn í uppgerðir, áðrenn vandi er fyri, at vit missa tamarhaldið hóast tað kostar. Hetta er ikki nakað ein dugir beinanvegin, tað búnast so við og við. Í byrjanini er tað trupult, men tað skal ongantíð verða so lætt, at tú gerst líkasæl. Tá gloymir ein menniskjuni, ið eru partur av málinum.


Kjakið er neyðugt

Maria á Dul hevur ongantíð verið virkin í kvinnurørsluni og heldur, at tíðin er farin frá henni og tí hon stendur fyri.

- Kvinnurørslan hevði sína missjón og sín leiklut tá, hon var í hæddini, men í dag eiga vit at hugsa øðrvísi og ikki at býta kynini í tveir bólkar. Hvussu leikluturin hjá kvinnuni í eini familju er og hevur verið velst um, í hvørjum umhvørvi ein er í. Gjøgnum tíðina hevur kvinnan í Føroyum havt uppalingina av børnunum um hendi, tað hevur verið hon sum hevur umsitið pengarnar, men hon var bundin av inntøkuni hjá manninum. Og tá ið maðurin var heima tók hann yvir, tá ið tað snúði seg um pengarnar.

- Tað er brúk fyri javnstøðulógini so leingi javnstøða ikki er. Onnur lond hava umframt javnstøðulóg ymsar sáttmálar at arbeiða út frá, sum tryggja javnstøðu. Lógin eigur at vera har altíð, men sum frá líður verður hon so inngrógvin í okkum, at vit fara ikki at hugsa um hana, tí tað verður natúrligt at arbeiða út frá andanum í henni. At landsstýrið framvegis brýtir javnstøðulógina, sum tað sjálvt hevur tikið stig til at seta í gildi er ótrúligt og tað sigur ikki so lítið um, hvussu virðingin er fyri henni. Tí eri eg sannførd um, at tað skal størri upplýsing til. Vit kunnu í øllum hesum kortini fegnast um, at javnstøðuhugsjónin er natúrligari hjá ættarliðnum, sum kemur framat í dag enn vit hava sæð áður, sigur Maria á Dul at enda í viðtali.


--------------


Prát við kvinnur í leiðandi størvum

Hetta er fimta samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum um javnstøðu, um hvussu ein sameinar arbeiði og familjulív, karrierumøguleikar og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta samrøðan verður í blaðnum komandi leygardag við Gunn Joensen, bygdaráðsforkvinnu í Vestmanna kommunu.