Fólk úr Tanzania koma nú til Føroya at læra seg at ala.
Hetta er úrslitið av eini avtalum, Fiskaaling hevur gjørt avtalu við alimyndugleikarnar í Tanzania um menningarsamstarv.
Avtalan um menningarsamstarv varð gjørd á ráðstevnuni um aling í Trondheimi í farnu viku og endamálið er, at Fiskaaling bjóðar lesandi, vísindafólkum ella øðrum, úr Tanzania, til Føroya at arbeiða á Fiskaaling í eitt ávíst tíðarskeið. Ætlanin er, at tann fyrsti lesandi frá Tanzania kemur til Føroya longu í heyst.
Stjórin fyri alivirksemi í Tanzania, Nazael A. Madella, sigur, at alivinnan har er á byrjunarstigi.
Tað merkir, at eitthvørt slag av samstarvi kann fáa ovurstóra ávirkan á, hvussu alivinnan í Tanzania kann mennast á munagóðum og burðardyggum grundarlagi, sigur hann í einum tíðindaskrivi frá Fiskaaling í dag.
Næsta stigið verður, at myndugleikarnir í Tanzania hyggja eftir teimum møguleikunum, Fiskaaling hevur at bjóða, fyri tey kunnu finna rætta fólkið til at koma til Føroya.
Tær royndirnar, Fiskaaling hevur at bjóða, umfata biotøkni, gransking, menning og ráðgeving at ala djór og plantur, sum liva í vatni.
Eitt umboð fyri SADC, sum er felagskapurin fyri 16 lond í syðra parti í Afrika, var eisini við á ráðstevnuni og hann hevði sera stóranahuga fyri samstarvinum, sigur Fiskaaling.
Hann helt, at tá ið fyrstu royndirnar eru gjørdar, kunnu fleiri SADC lond kanska koma upp í.
Umframt menningarsamstarvið við Fiskaaling eru eisini møguleikar fyri, at aðrir partar í føroysku aliskipanini, sum frálíður, bjóða fram samstarv eftir hesum sama leisti. Her verður millum annað hugsað um lóggávuvirksemi, veterinermyndugleikar, kanningarstovur, fóðurframleiðarar og alifyritøkur.
Tanzania er 947.000 ferkilometrar til støddar, og har býr eini 55,6 milliónir fólk. Sambært Heimsbankanum er Bruttotjóðarúrtøkan 2.946 dollarar fyri hvønn íbúgva, og sostatt er Tanzania nummar 153 listanum yvir heimins lond eftir bruttotjóðarúrtøku.