Fólk ræðast tað ókenda

- Størsta avbjóðingin hjá okkum, ið fáast við alternativar viðgerðir, er at fortelja fólki um teir ymsu viðgerðarhættirnar, og hvussu alternativar viðgerðir veruliga kunnu ávirka kropp og sinn. Tað er ikki so mystiskt, sum nógv fólk ofta halda. Soleiðis sigur Janus í Dali, sum er healari og fyriskipari av alternativari ráðstevnu, sum verður í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið

Healing, clairvoyansa, tarotkort og psykoterapi. Um vikuskiftið verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um ráðstevnuna Vítt til veggja, sum er ein ráðstevna ætlað øllum, ið eru áhugað í alternativum viðgerðum.

Hetta er annað árið á rað, at ráðstevnan við alternativum viðgerðarhættum er, og eins og í fjør er Janus í Dali ein av fyriskiparunum.

- Tey fólkini, sum fáast við alternativar viðgerðarhættir í Føroyum, uppliva í stóran mun, at onnur fólk ikki vita serliga nógv um tað og halda tað vera nakað duldarfult og mystiskt. Vitanin um hetta økið er samanumtikið ov lítil, sigur Janus í Dali, sum sjálvur er psykoterapeutur, medium og healari.

- Ein av orsøkunum til, at vit hava hesa ráðstevnuna, er at geva fólki, sum veita alternativar viðgerðir, ein sýnisglugga, har tey kunnu vísa, hvørji tey eru, og hvat tey gera. Harafturat vilja vit eisini við hesi stevnuni lata upp fyri einum heimi, sum fyri nógv fólk er púra ókendur og mystiskur, sigur Janus í Dali.


Fólk tora ikki

Sambært Janusi í Dali eru tað fleiri føroyingar, ið bjóða alternativar viðgerðarhættir.

- Nógv fáast við alternativar viðgerðir í Føroyum, men tey fæstu arbeiða við tí burturav. Tað er torført at siga sítt vanliga starv upp, og síðani finna høli og byrja sína egnu viðgerðarstovu, serliga tí at nógv fólk hava fordómar, hvat alternativum viðgerðum viðvíkur, sigur Janus í Dali og heldur fram:

- Tað er einki at ivast í, at fyri summi eru alternativar viðgerðir rættiliga ókendar og onkursvegna undarligar. Tey kenna einki til tað, og tí tora tey heldur ikki at leita sær hjálp tann vegin, tá teimum bagir okkurt, fortelur Janus í Dali.

Hann sigur, at dagliga uppliva alternativir viðgerðarar, at onnur hava fordómar og eru sum heild rættiliga óvitandi um alt tað, sum fyriferst á pallinum fyri alternativar viðgerðir.

- Tann einstaki viðgerðarin upplivir tað privat. Tað kann væl vera, at nógv fólk vitjaðu ráðstevnuna í fjør, men til slík tiltøk koma tey sum oftast í bólkum og tora væl at spyrja og so framvegis. Tað er líkasum nakað annað, tá tey sum einstaklingar skulu seta seg í samband við ein alternativan viðgerða, tí tá hava tey lyndi til at ræðast og bara halda seg burtur, greiðir Janus í Dali frá.

Hann vísir tó á, at ein hugburðsbroyting er við at fara fram, tá tað snýr seg um alternativar viðgerðir.

- Hugburðurin er nógv broyttur seinastu árini. Serliga yngra ættarliðið vísir alternativum viðgerðum størri áhuga og dugir at síggja, at ein alternativ viðgerð kann vera góð hjálp afturat vanligum heilivági, sigur Janus í Dali.



Kropslig og sálarlig røkt
Hóast áhugin fyri alternativum viðgerðum er vaksandi, eru tað tey fæstu, ið veruliga kenna til teir ymsu viðgerðarhættirnar.

- Tey flestu vita lítið og einki um teir møguleikarnar, sum eru, tá tað kemur til alternativar viðgerðir, og tí velja tey ofta heldur at fara til lækna. Ikki tí, heilivágur er fyri summi lívsneyðugur, og alternativar viðgerðir kunnu ikki altíð brúkast ístaðin fyri heilivág, men í fleiri førum ber til at brúka alternativar viðgerðarhættir afturat heilivági. Eisini ber til í summum førum at minka um mongdina av heilivági, um ein alternativ viðgerð eisini verður brúkt, fortelur Janus í Dali og heldur fram:

- Nógv vita heldur ikki av, at tær nýtist ikki at hava ein ávísan trupulleika fyri at fáa gagn av alternativari viðgerð, tí alternativ viðgerð kann eisini virka sum kropslig og sálarlig røkt, soleiðis at tú kanst sleppa heilt undan at brúka heilivág og sleppur undan ávísum sjúkum ella trupulleikum seinni, sigur Janus í Dali óg vísir á, at fleiri alternativar viðgerðir eisini kunnu brúkast bara fyri at geva tær eina kenslu av vælveru.


- Avbjóðingin liggur í at vísa, at alternativar viðgerðir kunnu brúkast í sama mát sum onnur ting innan kropsliga og sálarliga røkt, sigur Janus í Dali.



Lekir fólk við hondunum
Sjálvur fæst Janus í Dali við eitt nú psykoterapi og healing. Í 2004 tók hann eina útbúgving innan tað, sum verður nevnt Reiki Healing, ið er eitt slag av grøðing við orku úr egnum kroppi.

- At kunna grøða á henda hátt er ikki nakað, tú ert føddur við, men nakað, sum øll kunnu læra. Kroppurin er skaptur til at kunna lekja seg sjálvan, men viðhvørt er kroppurin ikki førur fyri at gera tað, av tí at orkan ikki er til staðar. Sum dømi kann nevnast ein persónur, sum er strongdur. Við at geva persóninum orku, fær kroppurin hjá viðkomandi orku til at gera tað arbeiðið, hann nú einaferð skal fyri at koma fyri seg aftur, fortelur Janus í Dali, sum grøðir fólk við at leggja hendurnar á ávís støð á kroppinum ella eisini at halda hendurnar uppi yvir ávísum støðum á kroppinum.

Dagliga starvast hann sum stuðul á einum sambýli, men afturat tí starvinum fæst hann við healing ella grøðing.

- Tað er ymiskt, hvussu væl viðgerðirnar rigga, tí tað er rættiliga individuelt, hvussu móttakiligur kroppurin er fyri hesum. Hevur persónurin nógv pínu ella er rættiliga innilokaður av nattúr, so kann tað taka eina tíð, áðrenn viðkomandi merkir ein veruliga broyting ella ein bata, greiðir Janus í Dali frá. Samstundis vísir hann á, at fólk ofta eru ivingarsom um virknaðin av til dømis healing, av tí at virknaðurin ikki altíð merkist beinanvegin.

- Nógv fólk í dag krevja, at tað skal rigga og fáa alla pínu at hvørva alt fyri eitt. Tað eru tey jú von við, tá tey eitt nú taka eina Panodil. Eftir hægst hálvum tíma er virknaður av tablettini, men soleiðis er ikki altíð við alternativum viðgerðum, sigur Janus í Dali, sum tó heldur tað vera gott, at fólk fyrihalda seg kritisk eisini til alternativar viðgerðir.

- Fólk eru ofta rættiliga ivingarsom, men tað er absolut einki galið í tí. Tað er bara gott, men tað er umráðandi, at fólk skilja, hvussu ein alternativ viðgerð riggar. Healing er ikki ein sokallað symptomviðgerð, men tekur burtur orsøkina til at tú til dømis hevur pínu onkrastaðni í kroppinum, sigur Janus í Dali, sum ynskir, at ráðstevnan fríggjadagin og leygardagin kann verða við til at økja um vitanina hjá fólki um møguleikarnar innan alternativar viðgerðir.

- Vit skulu avmystifisera tað, sum er alternativt, og vísa fólki á, hvussu hetta slagið av viðgerðum kann brúkast, og hvørji fólk í Føroyum bjóða seg fram at viðgera á henda hátt, sigur Janus í Dali.