Fólk røra seg ov lítið

Bert fimti hvør føroyingur rørir seg sambært altjóða tilmæli

Føroyingar røra seg ov lítið, og bert ein fimti partur eldri enn 18 ár røra seg í mun til tilmælini frá WHO. 

Tað er niðurstøðan hjá Fólkaheilsuráðnum, nú árliga heilsukanningin er gjørt. 530 fólk luttóku í spurnarkanningini hjá Gallup Føroyar.

11% av øllum føroyingum røra seg als ikki, og triði hvør rørir seg tvær ferðir 30 minuttir um vikuna ella minni. 

Tey eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum sum kropsligt óvirkni hevur við sær, heldur Fólkaheilsuráðið.