Fólk savnast í stórbýum

Um eitt ár verða fleiri stórbýarfólk enn bygdafólk í heiminum, og tað elvir til stórar trupulleikar.

Um eitt lítið ár fara tríggjar milliardir fólk at búgva í stórbýum, og tað er fyrstu ferð í søguni, at fleiri búgva í bý enn á bygd, sigur ST.

Men heimsfelagsskapurin ávarar ímóti gongdini, tá nógvastaðni er miðsavnanin óskipað, og tað kann enda við harðskapi og ruðuleika.

-Megna vit ikki at hjálpa teimum mongu milliónunum, sum savnast í fátækrabýlingunum í stórbýunum, endar tað við, at tey gera uppreistur og taka valdið, sigur ST-talskvinnan Anna Tibaijuka.

-Skulu vit sleppa undan ruðuleika, mugu vit geva teimum fátæku rættindi og ávirkan, leggur hon afturat.

Ringast stendur í teimum afrikonsku londunum sunnan fyri Sahara. Meiri enn tveir triðingar av teimum, sum búgva í stórbýunum har, fluttu til býirnar fyri at fáa betri livikor, men liva nú í stórum fátækradømi, og gerandisdagurin er merktur av neyð, sjúku og harðskapi. Tey hava tað verri nú, enn tá tey búðu á bygd.