Fyrsta byggistig av randarhúsunum á Løgmansbreyt í Hoyvík er nú komið so mikið langt, at fólk eru flutt inn í tvey hús og tað triðja er um at verða liðugt. Í fyrsta byggistigi eru tólv hús, øll húsini eru seld og uml 1. mai verður tað seinasta húsið liðugt.
Í øðrum byggistigi eru trettan hús, tað arbeiðið er boðið út og nógvir fyrispurningar eru longu komnir frá fólki um keyp. Tey húsini verða væntandi eitt sindur dýrari enn tey í fyrsta byggistigi.
Tað er Høgni Mikkelsen, sum byggir hesi húsini. Hann er størsti einstaki byggiharrin í landinum, hevur roynt seg við slíkari húsabygging áður og verður undirtøka fer hann undir triðja byggistig á Løgmansbreyt.
Støddirnar á húsunum eru 80 fermetrar í eini hædd og 125 fermetrar í tveimum hæddum. Prísirnir á teimum tólv húsunum í fyrsta byggistigi liggja úr 800.000 krónum upp í 970.000 krónur, og tað metir Høgni Mikkelsen er tað bíligasta fólk kunnu fáa í Havn í dag.
- Eldri hús fara í dag fyri meir enn eg selji hesi nýggju húsini fyri. Og hús eg sjálvur bygdi fyri nøkrum árum síðani fyri væl undir milliónina fara í dag fyri í minsta lagi 1,2 mill. krónur, sigur Høgni Mikkelsen.
Ikki so garvilt
Ein javnur vøkstur hevur verið í byggivinnuni, síðani kreppan so spakuliga tók at hæsa av fyri lítlum trimum árum síðani. Hóast hesa framgongd er tað eitt stórt átak at byggja so nógv hús í senn, men Høgni Mikkelsen stúrir ikki fyri, at vit fáa eitt líknandi skrædl sum fyrst í 90'unum.
- Eg eri ikki bangin fyri at brenna meg, tí eg byggi forsvarliga. Tá fyri nøkrum árum síðani var alt so garvilt. Prísirnir vóru heilt burturvið. Onkur sigur, at húsaprísirnir eru eins høgir í dag, men tað eru teir ikki. Og fólk seta seg ikki fyri meir enn tey klára. Eg havi fleiri dømi um, at fólk hava sett seg fyri einum húsum, men tá ið tey eru farin í bankan og biðið um lán hava tey ikki fingið fígging til húsini. Í dag skulu fólk hava fast arbeiði og nakrar krónur á bókini fyri at fáa lán. Og tað er munurin, sigur Høgni Mikkelsen.
- Tað er ikki dýrari at eiga sítt egna enn at leiga, heldur hinvegin. Netto sita fólk fyri um 4000 krónur í nýggju húsunum eg havi bygt, og mangan skalt tú uppá 4-5000 krónur fyri at leiga eina íbúð ella eini hús í Havn í dag, sigur Høgni Mikkelsen.
Ikki færri enn 58 hús hevur hann reist í síni tíð sum timburmaður umframt hesi, ið nú verða bygd í Hoyvíkshaganum. Høgni hevur sjey mans í arbeiði.
- Eg havi sera gott fólk afturat mær og tað hevur alt at siga. Munurin millum mítt byggivirksemi og annað er at eg havi onga umsiting, sigur Høgni Mikkelsen.
Tjena ikki so nógv her
Tá ið tað stóð ringast til í byggivinnuni í Føroyum og so at siga einki arbeiði var til timburmenn var Høgni sjálvur í útlandinum. Hann heldur ikki, at tað er rætt at lækka frádráttin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands.
- Føroyska byggivinnan hevur ikki brúk fyri, at allir timburmenninir koma heim aftur. Eg havi til dømis einki arbeiði til teirra. Tað besta fyri teir sjálvar og byggivinnuna her er, at teir vera verandi har teir eru, nevniliga í góðum, væl løntum arbeiði aðra staðni. Teir hava ongan møguleika at tjena so væl í Føroyum sum har teir eru, sigur Høgni Mikkelsen.