Fólk á Signabø merkt av ótolandi larmi

Fólk á Signabø fáa ikki náttarfrið orsaka av ótolandi larmi.

Fólk á Signabø fáa ikki náttarfrið orsaka av ótolandi larmi.

 

 

Í gjárkvøldið var býráðsfundur í Havn og har varð millum annað tosað um støðuna, sum fólk á Signabø hava klagað um ferð eftir ferð.

 

Býráðið skrivar í skránni, at síðstu tíðina eru fleiri klagur komnar inn til kommununa um larm og royk frá skipum, sum liggja við kei í Kollafirði. Byggi- og umhvørvisdeildin hevur verið á eftirliti nakrar ferðir á keiini, har skipini liggja, og yviri á Signabø, har klagurnar koma frá.

 

Tey skip, sum klagað verður um, eru sum oftast útlendsk skip, oftast russiskir trolarar, men eisini føroysk skip av ymsum slag. Á eftirlitinum hevur ikki verið so nógvur roykur, at umsitingin metir, at tað eigur at verða ein ampi fyri íbúgvarnar.

 

Larmurin er ofta nógvur á sjálvari keiini, tá fleiri skip liggja við bryggju í senn og mátingar, sum eru tiknar á Signabø um dagin, vísa, at ljóðstøðið er ov høgt, um hetta er sami larmur sum um náttina.

 

Fólk á Signabø klaga um at tey fáa ikki sovið fyri larmi. Tað eru serliga teir djúpu tónarnir frá skipunum sum órógva. Ein borgari hevur boðað frá, at hon hevur meldað seg sjúka frá arbeiði einstakar dagar, tí at hon ikki fekk náttarfrið. Onkur annar hevur fyrr boðað frá, at hann hevur tikið sovitablettir fyri at sovna í larminum.

 

Býráðið samtykti í gjárkvøldið, at heita á Kommunufelagið um at biðja landsstýrið at áseta markvirði, sum eru galdandi fyri alt landið. Tað merkir, at áseta eitt hámark fyri, hvussu nógvir larmur kann vera.