- Eg eri reindyrkaður kapitalist. Eg trúgvi upp á útboð og eftirspurning. Men eg hevði forsvorið, at eftirspurningurin upp á okkum var so stórur. Orðini eigur Finnur Jensen, sangari og gittarleikari í Føroya suverent best umtókta bólki seinastu mongu árini.
Tað eru tólv ár síðani, at lunnarnir undir Páll Finnur Páll, vórðu lagdir. Síðani hevur bólkurin havt óteljandi framførslur. At byrja við sum partur av DJ-showum, sum Mark Joensen skipaði fyri í ítróttarhallum kring landið, men seinnu árini eisini frammanfyri risastorum stórum fjøldum. Túsundtals fólk hava savnast á sandinum á G!, á Vágsbøi í Klaksvík á Summarfestivalinum og í Vágsbotni í Havn á ólavsøku, tá Páll Finnur Páll hava sungið, spælt og undirhildið. Bólkurin hevur hevur givið tríggjar fløgur út, umframt eina savnsfløgu og fløguna, sum kom á gøturnar í dag. Fólkið hevur ikki bara tikið hvørja einastu fløgu til sín, men eisini so at siga hvønn einasta sang.
Hetta og mongu, stóru konsertirnar, bólkurin hevur hildið, fekk tónleikaummælara hjá Sosialinum, at gera hesa niðurstøðu, eftir at Páll Finnur Páll hevði havt enn eina væleydnaða konsert á Summarfestivalinum.
- Meira enn nakað annað stóð tað eftir hjá mær, at teir eru eitt serstakt fyribrygdi í føroyskum tónleiki. Næstan líkamikið, hvør útlendskur bólkur kemur á vitjan, verður konsertin hjá Páll Finnur Páll ein tann best vitjaða. Teir eru av sær sjálvum eitt høvuðsnavn, ásannaði Oddur á Lakjuni í ummælinum av konsertini, Páll Finnur Páll hevði hóskvøldið tann 4. august í ár
Ummælarar og tónleikakøn hava eisini ymisk boð upp á, hvussu tað ber til, at fríski og freki tónleikabólkurin hevur vunnið so stóran tokka millum manna, men hetta venda vit aftur til seinni.
Hava góðan smak
Søgan um Páll Finnur Páll er søgd áður, men hon tolir at vera endurtikin. Árið er 1999 og staðið er aulan í Studentaskúlanum í Hoydølum. Tað er kvøldseta og millum mongu næmingarnar, sum skulu framføra, eru Páll Oddur Lamain Rubeksen og Páll Hammer.
- Framførslan var ikki serliga góð. Eg minnist eitt ótrygt klaver, ein ótryggan gittara, og eina klæna rødd; men lagið var gott, teksturin hevði ein speiskleika, sum rakti øll í salinum og Páll Oddur hevði eina sannførandi útstráling, sum segði »fuck you«. Eg visti beinanvegin, at teir vóru á rættari kós, og eg vildi vera við, greiddi Finnur Jensen frá í Sosialinum 15. juli í ár.
Í dag endurtekur Finnur somu søgu. Hann leggur áherslu á, at honum dámdi tað, hann hoyrdi hetta kvøldið í Hoydølum. Og onkursvegna hevur tað eisini grundarsteinurin undir øllum arbeiðinum, tá Páll Oddur og Finnur síðani hava smíðað løg og skrivað tekstir.
- Vit hava altíð lagt dent á, at vit sjálvir skulu dáma at hoyra løgini. So vit mugu hava góðan smak, sigur Finnur skemtandi, men kortini við einum ávísum álvarsemi í røddini.
- Vit eru rættiliga old school og fáa nógvan íblástur frá til dømis The Beatles. Vit fylgja heldur ikki so væl við í tí, sum fyriferst á altjóða tónleikapallinum júst nú. Í so máta eru vit nokk so óspiltir. Vanliga mannagongdin hjá hevur verið, at Páll Oddur og eg hava sitið hvør í sínum lagi og gjørt løgini við kassagittara og okkara egnu rødd. Síðani eru vit farnir í studio, har restin er komið aftrat sum við eini lagkøku. Bass, trummur og so framvegis. Men kassagittarin og teksturin hevur altíð verið tað, vit hava grundað alt á, greiðir Finnur frá.
Lætta og einfalda tilgongdin er eisini tað, sum hevur gjørt Páll Finnur Páll til fólkaogn millum føroyska ungdómin, stóð at lesa í Sosialinum fyrr í ár.
- Teir hava sera gott hegni at gera einføld og fangandi løg. Tekstirnir eru hvassir – ofta í so hvassir, metir onkur. Og tað er á føroyskum. Hetta blandið ger, at vøran gongur reint inn hjá føroyskum ungdómi, skrivaði Oddur á Lakjuni millum annað í ummæli av konsertini, bólkurin hevði á Summarfestivalinum.
Vilja hava harðskap og bróst
Páll Finnur Páll verður ofta lýstur sum ein frekur og fúlur tónleikabólkur. Pedofilar, blottarar, heimleys bumsar, samkynd og sigoynarar eru bara nøkur av evnunum, bólkurin hevur fingið túsundtals føroyingar at syngja í kór til. Finnur Jensen ásannar, at tað er hesar sangir, bólkurin oftast verður settur í samband við, men hann heldur, at bróðurparturin av teirra løgum eru óskyldig, sum hann tekur til.
- Hinvegin vilja fólkini altíð hoyra fúlu sangirnar. Eg veit ikki heilt hví, tað er so. Men í øllum førum skal alt í dag vera so pent og polerað, tú skalt sita pent, tá tú etur, ikki prumpa, ikki ropa og so framvegis. Men einaferð um árið er grindaboð og fólk sleppa teymunum, blaka slipsið og sláa seg leys, sigur Finnur Jensen og sipar til, at hesir sangir snúgva seg um evni, sum vit illa nokk tosa um vanligt og so als ikki syngja um.
- Men vit vilja hava slíkt, hóast vit kanska ikki ynskja at viðganga tað. Soleiðis eru vit innrættað. Hyggur tú eftir Portalinum og mest lisnu greinunum har, so er tað altíð søgur um boppur, sum verða mest lisnar. Fólkið vil lesa um vold og boppur, ikki um samgongur og fiskivinnupolitikk. Tað sama er galdandi við Oyggjatíðindum. Ongin hevur nakrantíð lisið blaðið, men øll vita hvat stendur í tí , hugleiðir Finnur Jensen.
Hesar tankar, at Páll Finnur Páll setur orð á tað ósagda, er eisini júst tað, sum ummælari hjá Sosialinum hefti seg við fyri sløkum hálvumøðrum ári síðani.
- Teir syngja um alt tað, eingin hevði droymt um at torað at fýrt av fyri bara tíggju árum síðani. Men tað er fantastiska gott og gleðiligt at síggja og hoyra, at tíðirnar eru broyttar, og at vit eru um at førka okkum inn í modernitetin. Tað var eisini upp á tíðina, skrivaði Sissal Kampmann í Sosialinum 19. juli í fjør.
Ikki fúlir longur
Í samrøðu við Rás2 tann 20. oktober í ár, søgdu limirnir í bólkinum, at nýggja útgávan ikki fór at líkjast undanfarnu fløgunum. Henda fløgan verður meira búgvin og tekstirnir bera brá av, at høvundarnir hava leitað inn í seg sjálvar, heldur enn at hyggja út eftir, varð sagt tá.
- Í øllum førum eru eingir fúlir sangir á fløguni. Kortini eru onkrir stoytandi tekstir, um eitt nú sjálvmorð og rúsdrekkamisnýtslu, sigur Finnur, tá vit spyrja inn til hetta. Við øðrum orðum er líkt til, at bólkurin fer at øsa og arga, sum teir plaga, hóast teir ikki syngja um at fáa pissilingar í rumpuna.
Hetta er sambært Finni ikki eitt tilvitað val sum so, men heldur ein gongd, sum hevur verið.
- Vit hava flutt okkum. Tær báðar fyrstu fløgurnar høvdu fleiri fúlar sangir. Triðja fløgan hevði ógvuliga fáar og hendan, sum nú kemur, hevur ongan fúlan sang, greiðir Finnur frá.
Hann leggur tó aftrat, at hóast hetta er gongdin, er eingin vandi fyri, at bólkurin fer at hava beinleiðis politiskar ella fosturlandssangir.
- Alt gott um Frændur. Teir hava gjørt nógv gott, og eftir mínum tykki burdi sangurin »Føroyar« verið okkara tjóðsangur. Tað er besti fosturlandssangurin, sum er gjørdur á føroyskum. Men tað liggur ikki til okkum. Vit taka onnur evni upp og brúka eitt heilt annað mál. Nei, okkara tekstir koma ongantíð at standa í nøkrum hefti til midnáttarsangin á ólavsøku, metir Finnur Jensen.
Greitt er tó, at tónleikabólkurin megnar at savna líka nógv fólk í Vágsbotni ólavsøkudag, sum felagssangurin á Vaglinum megnar á midnátt. Hetta er av sonnum ein staðfesting av, at føroyingurin hevur tikið teir frísku, freku, fúlu og – nú – vaksnu fýrarnar í Páll Finnur Páll til sín. Hetta gjørdi tónleikaummælarin hjá Kringvarpinum og Norðlýsinum, Niels Uni Dam, eisini greitt í Sosialinum 15. juli í ár.
- Eg havi ikki livað nóg leingi til at gita, hvønn týdning tónleikur hevur um 20 ár. Eg haldi tó, at tónleikurin hjá Páll Finnur Páll hevur somu støðu í dag, sum tónleikurin hjá Frændum hevði fyri 20 árum síðani, segði Niels Uni Dam tá.
--
FAKTA
Páll Finnur Páll:
Finnur Jensen
Páll Oddur Lamain Rubeksen
Páll Hammer
Ísak Sambleben
Høgni Fagraberg
Halgir Arge
Útgávur
Bermenn (2003)
Førist (2005)
Fram á hermótið (2007)
Du ved at gjort er gjort (2009)
Kom við mær (2011)
--
Myndatekstur:
Myndirnar eru frá húsanum, sum Bárður Dal Christiansen hevur gjørt. Páll Finnur Páll plaga at gera nógv burtur úr húsunum til ymsu útgávurnar, og »Kom við mær« er einki undantak í so máta
--
Eventuel citatir:
- Tað eru eingir fúlir sangir á fløguni. Kortini eru onkrir stoytandi tekstir, um eitt nú sjálvmorð og rúsdrekkamisnýtslu
- Nei, okkara tekstir koma ongantíð at standa í nøkrum hefti til midnáttarsangin á ólavsøku
- Vit hava altíð lagt dent á, at vit sjálvir skulu dáma at hoyra løgini. So vit mugu hava góðan smak
- Fólkið vil lesa um vold og boppur, ikki um samgongur og fiskivinnupolitikk