Fyrsta vikan hjá Rógva í Ulsteinvik er farin aftur um. Nýggja liðið hjá føroyska landsliðsframherjanum tørnaði til seinasta mánadag. Venjarin Sture Fladmark sigur við lokala blaðið »Vikebladet« at venjingarnar hava eitt hægri støðið, enn tá leikarnir hjá Hødd byrjaðu uppá venjingarnar um somu tíð í fjør. Fyrsta venjingarkvøldið var góðveður á graslíkisvøllinum á Høddvoll, har Hødd vanliga venur. Tá Hødd byrjaðu venjingarnar um somu tíð ífjør, var hvassur stormur.
Spent uppá Rógva
Vikebladet skrivar, at mong sjálvsagt vóru spent uppá at síggja »ta føroysku landsliðsstjørnuna« Rógva Jacobsen. Tað er ein íløgubólkur í nærøkinum kring Ulsteinvik, sum hava gjørt tað møguligt hjá Hødd IL at fáa ein sáttmála í lag við Rógva Jacobsen. Rógvi hevur fingið bústað á einum staði, sum nevnist Anholen.
Blaðið heldur, at Hødd hevur fingið fatur á einum dygdargóðum leikara. Rógvi vísti góðar dygdir í upphitingini, og eisini tá hópurin býtti seg í tvey lið. Rógvi fekk víst, at hann hevði sendingar til viðleikarar, tamdi bóltin væl, rykti skjótt, og - metir blaðið - at Rógvi hevði góða fokusering uppá málið. Frá síðulinjuni ljóðaðu viðmerkingar um, at Rógvi hevur eitt hart og beinleiðis skot. Sjálvt um Sture Fladmark, venjari var nøgdur við fyrstu venjingina, so vil hann ógvuliga fegin fáa til vega fleiri leikarar. Hetta fyri at styrkja enn meira um hópin hjá Hødd.
Ikki timburmaður
Rógvi Jacobsen sigur við blaðið, at hann er útlærdur timburmaður, men at hann fer ikki at arbeiða nakað við síðunar av yrkisfótbóltinum. Sjálvt um hann veit, at nógv timburarbeiði liggur á láni í Ulsteinvik og har um leiðir. Á veg inn í skiftirúmið eftir lokna venjing, sum vardi hálvan annan tíma, fortelur Rógvi til Leiv Arne Grimstad, blaðmann, at hann stríðist eitt sindur við tað málsliga. Hann skilur bæði føroyskt, danskt, íslendskt og norskt. Men hann stríðist við at fáa sagt tey røttu orðini á tí rætta málinum. Rógvi sigur, at tað er villingarsamt, at hesi fýra málini hava hvør sítt orð fyri brúsu. Á íslendskum er tað »Styrta«, í Noregi er tað »Dusj«. Men vónandi og væntandi fær Rógvi ikki nakrar mál-trupuleikar, hvørki á vøllinum, ella uttanfyri vøllin.