Fólk taka serviettar frá Jamie Oliver

Jamie Oliver er víðagitin kokkur, og matstovuketan “Jamie’s Italian” er sera væl umtókt í Bretlandi. Á matstovuni brúka tey stofserviettar, har navnið á matstovuni er prentað á. Og hetta er nakað, sum fólki dámar. Tí serviettar í stórum tali verða stolnir frá matstovuni – helst tí fólk vilja hava eitt minni um vitjanina á matstovuni hjá kenda kokkinum.

Matstovurnar hava roynt at komið trupulleikanum til lívs við at selja ein pakka við fýra serviettum fyri góðar sjeyti krónur, men tað tíma fólk ikki at keypa. Tey taka heldur ein av serviettunum, tey hava brúkt, við sær heim.