Fólk í Tasiilaq kvíða fyri korona-virus

- Vit eru á ein hátt avbyrgd frá restini av heiminum. Tí spyrja fólk: Hvat hendir, um eg gerist sjúk ella sjúkur, sigur føroyska Hjørdis Viberg í Tasiilaq.

 

Vetrarferðavinnan var júst byrjað í Tasiilaq, tá covid-19 rakti Grønland, og myndugleikarnir gjørdu at, at landið skuldi niður í ferð. Men, tað er eftir øllum at døma ikki avmarkingarnar, sum fylla so nógv hjá fólkinum í Tasiilaq, men heldur sjúkan.

- Eg havi snakkað við nógv fólk, sum eru óttafull. Nøkur stúra, tí tey meta seg at vera í serligum vandabólki, um tey eru fongd við lungnasjúku, sigur Hjørdis Viberg, sum er úr Føroyum, men býr í Tasiilaq.

Hon vísir á, at ferðafólk, sum vóru í grønlendska býnum, tá umfarssóttin fór at gera um seg, merktu væl, at fólk í býnum vóru óttafull. Ferðafólkini hildu seg aftur við at taka upp samband við lokala fólkið, og tey hildu frástøðu.

- Men, feløgini, sum komu við ferðafólkunum, vóru ófør við at upplýsa um leiðreglurnar, sum skuldu haldast, eins og tey dugdu væl at lata ferðafólkini vita, hví lokala fólkið gjørdist afturhaldandi.

Hjørdis Viberg heldur, at korona-avmarkingarnar eisini vísa, hvussu ymisk samfeløgini í Grønlandi eru, og hon vísir á, at borgarar í Tasiilaq eru ikki í kreppu, tó at tey ikki sleppa framat á einari hárfríðkanarstovu.

- Her eru jú eingin hárfríðkanarstova til dagligt kortini, leggur hon aftrat.

Hjørdis Viberg sigur, at vantandi flogruturnar heldur ikki er nakað, sum fólk øsa seg um, tí í Tasiilaq eru fólk von við, at flogferðir verða avlýstar orsakað av vánaligum veðurlíkindum.

Stúranin hjá fólkinum í Tasiilaq snýr seg nógv meira um korona-sjúkuna og tær avmarkingar, sum eru í økinum innan sjúkraviðgerð.

- Vit eru á ein hátt avbyrgd frá restini av heiminum. Tí spyrja fólk: Hvat hendir, um eg gerist sjúk ella sjúkur, sigur Hjørdis Viberg.