Fólk velja ríkisfelagsskapin

Veljarakanningin er hugalig fyri okkum, sum í hesum buldrasligu tíðum sita við róðrið, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður

Framgongdin hjá Sambandsflokkinum í veljarakanningini svarar neyvt til tað, sum Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin missa.
Kaj Leo Johannesen er fegin um úrslitið, men hann trýr einki uppá, at hetta hevði verið úrslitið, um val var í dag.
- Hetta er bara ein veljarakanning. Tá ið val verður aftur í 2012, fara fleiri veljarar óivað aftur til sín flokk, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann er mest fegin um, at samanlagt er samgongan støðuføst. Samanlagt varðveitir samgongan sínar 20 sessir i løgtinginum.
- Tað sigur, at samgongan hevur gjørt nøkur mál rætt, sigur løgmaður.
Hann tulkar eisini úrslitið sum, at ákærurnar frá andstøðuni ikki hava nortið við hugsanina hjá veljarunum. Veljarin hevur ikki somu áskoðan sum andstøðan.
- Hetta er sera hugaligt fyri okkum, sum í hesum buldrasligu tíðum sita við leiðsluni.

Fólk velja trygd
Kaj Leo Johannesen ivast ikki í, at veljarin hevur fingið eyguni upp fyri, hvussu góður ríkisfelagsskapurin er fyri Føroyum. Hevði ríkissfelagsskapurin ikki verið, hevði eingin bankapakki kunnað bjargað Føroyum, og so hevði ikki verið gott at búð í Føroyum. Fólk velja ríkisfelagskap og stabilitet, heldur løgmaður.
Samgongan hevur fingið nógvar ákoyrur frá andstøðuni um atgerðarloysi.

Gjørt nógv
- Hatta er bara retorikkur frá andstøðuni og hevur ikiki hald í veruleikanum. Henda samgongan hevur fingið ótrúliga nógv ígjøgnum hesi tvey árini, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann nevnir í tí sambandinum m.a. bankaskipanina, broyttu ALS-skipanina, nýggja eftirlønarskipan, inntøkutrygdina, granskingarparkina, útbyggingina av flogvøllinm, tamda lønarvøsturin hjá tí almenna, og at roknskaparárið fyri 2010 verður betri enn væntað.