Fólk vilja fegin búgva í Húsavík

At einki kemur av ongum, kunnu tey í Húsavík skriva undir uppá. Tey seinnu árini hevur kommunan gjørt eitt ávíst forarbeiði, til tess at fáa fólk at búseta seg her. Og úrslitið letur ikki bíða eftir sær

Húsavík: - Ja, tað sær bara gott út beint nú, staðfestir Jákup Martin Sørensen.

Hann er borgarstjóri í eini av teimum smærru kommununum á Sandoynni, har bæði hansara egna bygd, Húsavík og hin bygdin í kommununi, Dalur hava upplivað tað øvugta av gongdini aðrastaðni kring landið.

Í dag ber til at staðfesta, at fleiri familjur hava búsett seg í báðum bygdunum í kommununi. Og hetta skuldi tekna gott fyri framtíðina.

- Her eru eisini fleiri børn undir skúlaaldur - ikki færri enn sjey!, staðfestir Jákup Martin Sørensen.

Fólkatalið á Sandoynni lækkaði annars rættiliga nógv í fjør. Tað eru serliga tær størru bygdirnar í oynni sum merkja hesa gongdina – á Sandi lækkaði fólkatalið við 16, í Skopun við 15, meðan fólkatalið í Skálavík lækkaði við einum persóni.

Í Húsavík búgva í dag 80 fólk og í Dali búgva 41.


Fleiri familjur

Húsavík telist millum vakrastu bygdirnar í landinum, og er helst tann bygdin har ikki finst nevnivert av gróti innangarðs. Hartil er stórur sandur í bygdini og vøkur á.

Bygdin hevur eins og so mangar aðrar bygdir havt nógv fólk í eitt ávíst tíðarskeið. Men so fór at ganga niður á bakka, og hevur gjørt tað síðani, inntil í dag.

Um hugt verður eftir fólkatalinum fyri 25 árum síðani, so búðu omanfyri 100 her, meðan talið í dag táttar í tey 80.

Í 1985 búðu soleiðis 100 fólk í Húsavík. Og við búskaparligu vælferðini sum tá ráddi, vaks fólkatalið eisini her, og øktist næstu seks árini upp í 118, sum eisini var tað hægsta í hesum yvirlitinum.

10 ár seinni var fólkatalið aftur á 110, men síðani fór tað niður um 100 og hevur verið har síðani. Í roynd og veru hevur tað ongatíð verið so lágt sum júst um ársskiftið, tá einans 79 fólk búðu í Húsavík.

Hetta var kortini ein vøkstur uppá 3 fólk í 2009, harav ein nýggjur húsavíkingur sá dagsins ljós á fyrsta sinni í fjørsummar.

Hóast hesi kanska døpru hagtølini, hevur tað kortini ikki tikið mótið frá ungum familjum at búseta seg her.

Liðin er nøkur ár, síðani kommunan tók eitt stig tann rætta vegin, og gjørdi nøkur øki byggibúgvin norðast í bygdini. Og tað gav úrslit, tí í dag eru fimm ungar familjur fluttar inn í nýggj sethús í Húsavík.


Samstarv

Ein treyt fyri at lívilíkindi skulu vera í eini so lítlari bygd sum Húsavík, er at ein fer í samstarv við aðrar bygdir í økinum.

Hetta hava tey sæð í Húsavík, og hava tí gjørt sítt til at tryggja sær, at tær ungu familjurnar sum flyta ella skulu flyta til bygdina, hava møguleika at arbeiða, samstundis sum børn teirra verða ansað.

- Vit hava í dag eitt samstarv við Sands kommunu og Skopunar kommunu um barnagarð, soleiðis at hesin møguleikin er til staðar, sigur borgarstjórin. Og Jákup Martin leggur aftrat:

- Her er ein vøkur á og stórur sandur eisini. Og so arbeiða vit við at fáa ein fótbóltsvøll til bygdina. Vit eru faktiskt einasta kommunan sum ongan slíkan hevur enn!


Gevast ikki so

Eitt er sjálvandi tað, at kommunan ger sítt til at skapa karmar fyri at familjur við børnum kunnu flyta í eina bygd.


Men hvussu hava tit gjørt vart við, at tit eru til, og at tit hava nakað av bjóða ungum familjum, ið ynskja at seta búgv?


- Hetta hevur faktiskt bara gingið munn av munni, sigur Jákup Martin við einum brosi.

Nógv fólk, sum eru úr Húsavík hava vitað, at kommunan arbeiðir við ætlanunum um útstykkingar av grundøkjum.

Nøkur stykki vórðu útstykkjað fyri nøkrum árum síðani. Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so arbeiðir kommunan í dag við teirri næstu útstykkingini!

- Alt er ikki klárt við hesum málinum enn. Men eg vænti, at tað verður ikki leingi til tað er klárt eisini, sigur ein bjartskygdur borgarstjóri.


Minka um aldursmunin

Í mongum útoyggjum kring landið hevur støðan verið hon, at tað unga fólkið flytir nærri meginøkinum, meðan tað eldra fólkið ikki fer av fetanum.

Nú líkindi eru fyri, at fleiri familjur kunnu fara at búseta seg í Húsavík, fer hetta uttan iva at hava stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini.

- Ja, her hava fyri tað mesta verið tilkomin fólk og aldursmunur var tí rættiliga stórur. Men vit mugu hava nøkur yngri fólk eisini, fyri trivnaðin her, sigur hann.

Bygdarfólkið í Húsavík kann eisini fegnast um, at fólk framvegis hava hug at búseta seg her. Í dag liggja ikki færri enn tvær umsóknir um byggiloyvi frammi, og óhugsandi er ikki at Og tann triðja eisini fer at koma.

Kommunan er í teirri hepnu støðu at eiga eini hús, sum fólk kann leiga, inntil tey taka avgerð um at búseta seg her ella ikki.

- Fólk skula helst finna útav um tey støðast her ella ikki, áðrenn tey byggja, sigur Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri.

Og sjálvandi vónar hann, at bygdin framvegis fer at vaksa.