–Høvdu fólk bara vitað, hvat eg skal ígjøgnum, tá eg fyrireiki meg til eina slíka kapping. Tað krevur heilt ómetaliga nógv bæði kropsliga og mentalt, sigur einasti kvinnuligi bodybuildarin í Føroyum, Jórun Larsen Mørkøre.
Jórun er í skrivandi stund á veg heim til Føroya við einum gull-heiðursmerki um hálsin. Hon hevur vunnið sær fyrsta plássið í VNBF Pro Qualifier - ein undankapping til HM í Body Building - í New Haven í Connecticut í USA.
Tá info fær Jórun í rørið í morgun, er hon í Íslandi á veg til Føroya. Hon hevur júst notið eina stóra máltíð á flogvøllinum, og tað er henni val unt, tí í fleiri mánaðir hevur hon hildið seg til á leið 1000 kaloriur um dagin.
– Eg eti millum 1000 til 1150 kaloriur um dagin, tá eg skal kappast. Eisini venji eg styrkivenjing á leið hálvanannan tíma og konditiónia í 20 til 60 minuttir dagliga, sigur hon.
So skjótt sum Jórun er komin heim aftur, fer hon aftur at hugsavna seg um at kappast, tí 18 november í ár verður HM í Bodybuilding í Boston og tá gongur leiðin aftur til USA.
Myndirnar eru frá kappingini, sum var í vikuskiftinum. Jórun eigur myndirnar