Johan Samuelsen
Samráðst verður aftan fyri stongdar dyr, í hvussu so er allan januar mánað á tamb, tí tað hevur samgongan kravt av donsku stjórnini, tí hetta eru »bara« tekniskar samráðingar um tøming av Heimastýrislógini, sum tað so flott eitur, sambært løgmanni ? og har er ikki neyðugt hjá Føroya fólki at hava innlit í, hvat samráðingarnar snúgva seg um! Ein ótrúligur pástandur, sum minnir ikki sørt um makt(mis)nýtslu! Tí hetta eru týdningarmestu politisku samráðingar, sum eru farnar fram síðani vit fingu Heimastýrislógina í 1948, og kunnu metast sum eitt óbeinleiðis framhald av miseydnaðu fullveldissamráðingunum í fjør ? tað er eyðsýnt út frá einum fólkaræðisligum sjónarhorni, so áttu hesar samráðingar at farið fram fyri opnum tjøldum, tí hetta hevði tryggjað borgaranum neyðuga innlitið so hvørt í hesar samráðingar, sum onkursvegna koma at raka hvørt mansbarn í Føryum.
Veljarin í tíðarneyð
Og harafturat so er tíðin farin at ganga undan, og tá hesar samráðingar eftir ætlan einaferð eru lidnar mánaðarskiftið jan/feb., umframt tingviðgerðir, so verður skotbráið alt ov stutt at fara til tílíka avgerandi fólkaatkvøðu, har veljarin í frið og náðum fær sett seg inn í hetta stórmál og gjørt sínar egnu viðkomandi metingar av støðuni, og tað er spell. Tá samgongan hvørki vil hoyra talan um kvalifiseraðan meiriluta í samband við fólkaatkvøðuna, ella, at samráðingarúrslitið skal samtykkjast av tveimum nývaldum løgtingum, so er minsta kravið væl, at veljarin fær ríkiligt av tíð at seta seg inn í málið, sum støða skal takast til ? tí annars er vandi fyri, at hann kódnar í uppblástari og trongskygdari tjóðskaparpropagandu, nú 6 mill. skattakrónur, sambært Høgna Hoydal, skulu á borðið afturat teimum, sum longu eru nýttar í fullveldisherferðini, til »politiska upplýsing«, sum tað so pent eitur!
Politisk fullveldisupplýsing!
Eg eri fyri politiskari upplýsing í samband við fólkaatkvøðuna, men studningurin skal umsitast av eftirhondini (parta)politisku embætisstættina, kallað serfrøðingar, í Tinganesi ? og tað er vorðið í míni verð tað sama sum statsfíggjað propaganda. Trúði, at sovorðið hoyrdi ein farnari tíð til, men gakk! (Í skrivandi løtu verður kunnað um, frá Anfinni og Høgna, at so verður ikki, livst so spyrst!?) Neyvan verður kunnað um at loysingarætlanin m.a. fer at merkja, at hvør einasti føroyingur má gjalda ein triðing meiri í skatti árliga, um livifóturin skal varðveitast á núverandi støði ? hetta er alt ov »jarðbundið og keðiligt« at tosa um ? nei, ólíka hugaligari er tjóðskaparreypið! Ein lættur og einfaldur máti, nýttur snildisliga um allan heim at hugtaka og villleiða fjøldina, so tann vegin verður farið. Og at krevja støðutakan av veljaranum í dag, hvat skal henda politiskt um 15-20 ár er beinleiðis ósømiligt, og eisini í míni verð, ómøguligt ? hugsa bert um, hvat er hent her heima og úti í heimi seinastu 10-15 árini ? tað vóni eg av insta hjarta, at vit sum nú liva, sleppa fra at taka støðu til ? latið okkara børn og barnabørn um tað.
Hvat skal
atkvøðast um?
Løgmaður sigur annars so avgjørdur í fjølmiðlunum, at innihaldið í fólkaatkvøðuni er púra greitt ?
Vit yvirtaka øll málsøki, sum ikki eru ríkismál
Niðurlaga blokkin
Nýggja fólkaatkvøðu um grundlógina seinri, sum skal staðfesta suverenitetin.
Hetta ljóðar alt mikið væl, men er tað greitt? Fyrsta og annað stigið í »trítrinsrakettini« hevur verið møguligt síðani 1948 ? løgið, ongin í »frælsisstríðnum«er komin at hugsa um hetta fyrr? Og hvør vil ikki standa á egnum beinum, so langt sum til ber? Men tann avgerandi spurningurin, fyri flest allar føroyingar, er, um vit vera innanfyri ella uttanfyri ríkismarkið við øllum tí, sum tað ber við sær av ávikavist fyrimunum og vansum! Hesin spurningurin verður heppisliga flættaður upp í hinar báðar, og ger harvið eina fólkaatkvøðu ótrúliga torføra at taka støðu til hjá meininga veljaranum. Síðani fullveldisætlanin varð slept í heyst, hevur verið eitt stríð millum landsstýrisflokkaranar um, hvussu langt skuldi farast og nær yvirtøkurnar skuldu fremjast ? tjóðveldisflokkurin grammari enn hinir báðir, tí hann hevur svølgt sjálva fullveldiskamelina!
Ymisku signalini
Men nú skal so Nyrup fortelja samgonguni, tá januar er farin, hvussu, hvat og nær vit sleppa at yvirtaka. Hetta er alt annað enn greitt, harra løgmaður ? eins og Hermann Oskarson, formaður búskaparráðsins, tosaði um ógreiðu útmeldingarnar frá landsstýrinum, í samband við fullveldisgongdina, við minni skatti og meiri útreiðslum til landskassan ? hetta er ein andsøgn í sjálvum sær! Høgni Hoydal sigur: »Frælsi er ábyrgd« ? hetta sum skal praktiserast nú, nevniliga ætlanin at tøma heimastýrislógina og harvið økja um útreiðslur landskassans við 1,5 milliard kr. og samstundis lækka skattin, sum gjørt varð undan jólum í tinginum, tað er onki minni enn fíggjarligt ábyrgdarloysi! Sama er at siga um komandi fólkaatkvøðuna: her eru eisini ógreið politisk signalir. Um tit politikkarar á løgtingi megna at samansjóða ein atkvøðuseðil til fólkaatkvøðuna, sum ein kann lesa nakað skilagott burturúr aftaná, so eru tit stórstu »gandakallar«, eg kenni. Ein stór ábyrgd liggur á herðum tykkara.
Vit bíða eftir Godot. Gott nýggjár.