Fólkaatkvøða
Nú skal fólkaatkvøða verða í Suðuroy um kommunusamanlegging
Tað heldur Sumbiar Bygdaráð.
Bygdaráðið í Sumba hevur í hvussu so er samtykt at fólkaatkvøða skal verða í Sumba um kommunusamanlegging.
Spurningurin, sum sumbingar sleppa at taka støðu til er rættiliga einfaldur. Hann ljóðar soleiðis: Skal Suðuroyggin verða ein kommuna.
Og so skulu veljararnir antin seta krossin við Ja ella við nei.
? Hetta er ein einfaldur og greiður spurningur.Tað er við vilja, at spurningurin er so mikið greiður, tí vit halda, at tað er bara at gera støðuna óneyðuga fløkta at hava fleiri møguleikar á seðlinum.
Samstundis hevur bygdaráðið sent øllum hinum sjey kommununum í oynni skrivliga áheitan um eisini at skipa fyri atkvøðugreiðslu, so at allir suðuroyingar sleppa at siga sína hugsan um kommunusamanlegging.
Sumbiar Bygdaráð heldur, at fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging skal vera samstundis sum kommunuvalið er.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumba, sigur, at kommunuvalið í næstu viku, er eitt frálíkt høvi til eisini at hava eina fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging.
Borgarstjórin sigur, at vanliga eru nógvir suðuroyingar á kommunuvalið, so hetta er eitt gylt høvi til at fáa veljararnar í Suðuroy til eisini at taka støðu til samanlegging í eina kommunu.
Onki í vegin
Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur kannað málið hjá innlendismálaráðnum og haðani verður sagt, at tað er onki í vegin fyri at hava tvey val samstundis.
Men sjálvsagt skal ongin ivi vera og tí verður neyðugt, at teir báðir atkvøðuseðlarnir hava hvør sín lit og tað er eisini neyðugt at hava tveir atkvøðukassar at koyra seðlarnar í.
Sostatt fáa sumbingar hesuferð tveir atkvøðuseðlar, tá ið teir fara á kommunuval næsta týsdag. Annar seðilin verður til kommunuvalið og hin seðilin verður í sambandi við kommunusamanlegging.