Fólkaatkvøða um blokkin úr Danmark

Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu at taka støðu til um ríkisveitingin úr Danmark skal hækkast ella ikki.

Tað fer Miðflokkurin at krevja eftir løgtingsvalið næsta leygardag.

Og tað verður eisini eitt krav, skuldi flokkurin komið í samgongusamráðingar eftir valið.

Miðflokkurin hevur lagt sína valskrá fram í morgun og í tí sambandi heldur flokkurin, at nú mugu endað alt tosið um ríkisveitingina.

Eftir løgtingsvalið fer Miðflokkurin sostatt at krevja, at ein fíggjarlig uppgerð verður gjørd ímillum Føroyar í Danmark fyri at staðfesta, hvat blokkurin er og um talan er um eina gávu, ein rætt, ella um talan bara er um eitt endurgjald, sum danir rinda føroyingum afturfyri at teir sjálvir sleppa nógv bíligari í limagjaldið til NATO.

Men nú Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at ríkisveitingin aftur skal prístalsviðgerðast og sostatt hækkast, fer Miðflokkurin eisini at krevja, at fólkaatkvøðu verður um uppskotið frá Sambandsflokkinum, so at fólkið sleppur at siga sína hugsan. Sigur fólkið nei, skal spurningurin jarðast. Sigur fólkið ja, skal málið takast upp við danir

- Spurningurin um um ríkisveitingina stjelur alt ov nógv orku frá føroyskum politikki, tí hann fyllir ov nógv og tískil verður ov lítið av kreftum eftir til vanligan, praktiskan politikk. Tí skal spurningurin avgreiðast og jarðast, sigur Jenis av Rana, formaður floksins.

Miðflokkurin fer eisini at krevja, at alt føroyskt fiskatilfeingi skal avreiðast til virki í Føroyum so at tað kemur føroyskari arbeiðsmegi til góðar.

Tað heldur flokkurin hevur serliga stóran týdning, nú einir 1800 føroyingar ganga arbeiðsleysir