Fólkaatkvøða um fiskivinnulóggávu

Løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi, Gunvør Balle, vil hava nýggju fiskivinnulóggávuna til fólkaatkvøðu.

- Fyri fiskivinnutjóðina Føroyar hevur nýggja fiskivinnulóggávan alt at siga fyri trúnna á, at hetta er eitt gott land at liva í. At her er gjøgnumskýgni og rættvísi og landsins størstu virðir verða umsitin soleiðis, at allir borgarir fáa part í ríkidøminum. Enn er talan um eitt uppskot og allir flokkar á Løgtingi eru umboðaðir í fylgibólki, ið skal finna semju um eitt endaligt uppskot. Vónandi ber til at røkka eini semju, ið øll kunnu liva við, sigur Gunvør Balle í tíðindaskrivi.

Víðari sigur løgtingskvinnan:

- Hetta mál er so avgerandi fyri framtíðina hjá føroysku tjóðini, at óansæð úrslitið av politisku telvingini má fólkið sleppa at tala. Ásannandi at okkum vantar Stjórnarskipan, ið kann verja fólkið móti at Løgtingið samtykkir slíkar víttgangandi lógir, er tað einasta rætta at leggja endaliga uppskotið út til fólkaatkvøðu.